– Eg kann ikki steðga Heðin

– Teir kunnu illa liva við, at man fyrst missir ein so útmerkaðan landsstýrismann, og so setur formannin til at taka yvir, og reduserar um tingmanningina, sigur løgmaður. Hann skilur støðuna hjá Sambandsflokkinum, men vísir á, at Heðin Mortensen sjálvur eigur avgerðina í málinum, og at tað tí er líkamikið hvat hann og Kaj Leo Johannesen hava avtalað annars

– Eg havi tosað við Jóannes um hetta, og hann sigur, at bólturin liggur hjá sær, at hann skal tosa við Heðin Mortensen, so tað bíði eg bara eftir. Soleiðis segði Kaj Leo Johannesen við Sosialin í gjár. Men løgmaður Jóannes Eidesgaard hevur ikki ordiliga hug til at lofta bóltinum, formaður Sambandsfloksins tveitir til hansara.

– Eg vil siga, at uttan mun til hvar bólturin liggur, er hetta málið lagt undir eitt øgiligt trýst nú, tá tað bleiv alment kent, at Sambandsflokkurin hevur gjørt semju um, at Kaj Leo skal vera komandi landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Við blaðið í gjár segði Kaj Leo Johannesen, at hann og løgmaður hava eina greiða avtalu um, at Heðin Mortensen ikki skal inn á ting, um annaðhvørt hann ella Lisbeth : Petersen fer í farloyvi ella úr tinginum. Er henda avtala so greið?

– Kaj Leo veit sjálvandi, at tað nyttar ikki hvat vit báðir avtala, tí avgerðina eigur Heðin Mortensen. Men tað, vit hava avtalað, og tað vil eg eisini gera alt sum stendur í mínari makt til, er at taka málið upp við Heðin Mortensen, tí hetta er ein nokkso løgin støða, sum politiska skipanin er enda úti í.

– Men tað, sum eg havi lovað Kaj Leo og Sambandsflokkinum – ikki bara nú men, eisini tá hetta málið av fyrstan tíð gjørdist aktuelt – er, at eg upp á mín besta máta fari at taka málið upp við Heðin Mortensen, og eg havi í tveimum umførum tosað við Heðin Mortensen, sum hevur verið burturstaddur og kemur heim í dag.


Líkamikið við avtalu

Men hvat merkir tað, at løgmaður fer at taka málið upp við Heðin Mortensen?

– Altso tá man hevur tikið eina avgerð, so er tað soleiðis at ein og hvør avgerð hevur eina avleiðing. Og tá Heðin Mortensen fer úr Sambandsflokkinum, og nú skal eg ikki blanda meg upp í, um tað var tí at hann bleiv koyrdur ella hann fór, tí tað havi eg fyri so vítt onga meining um, men tann avgerðin hevur so tað við sær hjá Javnaðarflokkinum, at man má skipa viðurskiftini har eftir. Man kann ikki heldur aftaná ríða á fleiri hestum, tí tá man hevur valt síðu, má man halda seg til tað síðu man hevur valt, svarar Jóannes Eidesgaard og leggur so aftrat:

– Men Heðin eigur avgerðina einsamallur, sum sagt, og tað er fullkomiliga líkamikið hvat Kaj Leo og eg hava avtalað, tí vit sleppa ikki longur enn at tosa við Heðin og appelera til Heðin um, at heldur tú tað ikki verið rímiligt um hetta ella hatta, men í seinasta enda er tað Heðin Mortensen, sum avgerð tað.


Lættari við øðrvísi handfaring

Er Heðin Mortensen ein trupulleiki fyri samgonguna?

– Tað átti tað ikki at verið. Hetta var jú ein trupulleiki, sum var innanhýsis í Sambandsflokkinum til kommunuvalið, og undir øllum umstøðum er hetta ikki ein trupulleiki, sum liggur inni í Javnaðarflokkinum. Tað má eg púrasta burturvísa.

Tað er ein trupulleiki, sum viðkemur meg sum løgmann og sjálvandi eisini Kaj Leo sum formann í Sambandsflokkinum

Men sum formaður í Javnaðarflokkinum fær tað valla verið ein trupulleiki, at tit fáa ein tingmann aftrat?

– Altso vissi tú sært matematiskt upp á tað, so skal tað vera tað øvugta. Men sjálvandi er tað væl skilligt, at hetta er ein trupulleiki, tí at Sambandsflokkurin kann illa liva við, at man fyrst missir ein so útmerkaðan landsstýrismann sum Bárður Nielsen, og so setur formannin til at taka yvir, og reduserar um tingmanningina. Tað er klárt eg skilji væl Sambandsflokkin og tær frustratiónir, sum har eru, og tí vil eg eisini medvirka til, at vit fáa loyst málið so ella so, og tað má eg so brúka tíð til, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur at málið kundi verið handfarið betri.

– Tað hevði kanska verið eitt lættari, um man hevði tikið tann spurningin, sum nú er aktuellur upp fyrst, og síðani komi aftur til, hvør landsstýrismaðurin skuldi vera.

Men nú er tað so blivið alment kent, at tað skal vera Kaj Leo Johannesen, og tað hevur givið málinum eitt óneyðugt trýst, sum ikki altíð er medvirkandi til, at man kemur fram til tær smidligastu loysnirnar, sigur løgmaður.