Eg kenni mína samfelagsskyldu

Hans Birgir Hansen
Samfelagsrevsari úr Havnini

Tað er einki sum eitur, at vit liva í einum demokratiskum og fólkaræðisligum samfelag, tá vit hava dikatur, fasismu og hernaðar, politistatir, í einum størri stati, við valdsharrum.
Arbeiðandi fólki, úti í ali, fiski- og útróðrarvinnu, og í fiskaídnaðinum hava fleiri hóttanir hangandi yvir sínum høvdi. Í FAG, við óskipaðum arbeiðsgevarum, skipa fyri um landi.
Tað er óhugnaligt at hugsa sær, at tað skal kosta tí arbeiðandi verkafólki, at siga sína meining við arbeiðsgevarar, ið hótta føroyska verkafólki, við at siga hesi úr sínum arbeiði.
Hetta er ein óvreingjandi veruleiki, og FAG, við ískipaðum arbeiðsgevarum nýtir útlendsku arbeiðsmegi at leggja eitt stórt trýst á arbeiðandi verkafólki, hvat vit síggja í Skálavík. Tað er ikki bert á hesum virkinum, í Skálavík, vit síggja útlendingar hava arbeiðir, men á fleiri øðrum fiskavirkjum, og innanfyri skipa- og maskinídnaðin og fleiri aðrar vinnur.
Tað er einki dulsmál, at FAG við óskipaðm arbeiðsgevarum, vil hava lønarlagið og kostnaðarstøði niður, við at leggja eitt trýst á føroyska verkafólki í limafeløgum F.A.
Tað er nógv fyri at vit skulu uppliva føroyingar hjúkla um og sleikja fyri øllum útlendingum í Føroyum, ið gevur mær í dag andstygd, slíkt kallar ein landasvíkjarar, quislingar.
Livikostnaðarstøði og lønarlagið í teimum londum, hvørs útlendingar, koma frá, fleiri longum í ES samveldinum og uttanfyri kann ikki sammetast við tað saman í Føroyum í dag.
Vit skulu síggja í eyguni, at útlendingar koma at skapa okkum somu trupulleikar sum í Norðurlondum og europeiskum londum, í Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur støði undir.
Tað er ikki uppgáva »Ítróttafeløgum«, at útvega FAG við óskipaðum arbeiðsgevarum, útlendsa arbeiðsmegi úr fleiri londum, vit síggja hava etablera seg í útjaðaraoyggjunum.
Vit koma við stórum tali av innfluttari, útlendskari arbeiðsmegi, við familjum, at leggja fótin fyri føroyingar ið vilja leita heim aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving og avlærd.
Vit eiga at fáa útlendingar kunnaði um føroyskar lóggávur, skipanir, lóg og rætt og landaskil og mál og mentan og siðir, skulu hesir vera partur av tí føroyska samfelagnum í dag.
Eg kenni mína samfelagsskyldu at fáa alt fram í røttum samanhangi, tá ið ein kann spáða um framtíðarúrslitini ið eru gingin út síðan ein av fyrstan tíð byrjaði at skriva lesarabrøv.