- Eg kenni nógv fólk og eri spentur til løgtingsvalið

34 ára gamli, Arnar Lognberg, sum er abbasonur Gerhard Lognberg, stillar á løgtingsvalinum upp fyri Sambandsflokkin

 

Eitt av nýggju valevnunum til løgtingsvalið hin 26. mars er abbasonur Gerhard Lognberg í Skopun, 34 ára gamli, Arnar Lognberg, sum býr í Havn. 

 

Hann stillar upp fyri Sambandsflokkin.

 

Á einari mynd, sum hann legði út á sín Facebook-vanga herfyri, er hann saman við abba sínum - og ikki bara abbanum - men eisini sínari fyrimynd.

 

Omman er Arna, og tað er henni, hann er uppkallaður eftir. Nú løgtingsvalið nærkast, er hann rættiliga spentur til valið, tí hetta er fyrstu ferð, hann stillar upp.

 

Pápabeiggin, Sámal Hanni Lognberg, stillar eisini upp, og hann er á lista hjá Miðflokkinum.

 

- Eg eri ungur og kanska eitt sindur meira liberalur enn pápabeiggin, sigur hann brosandi.

 

Arnar, sum hevur lisið fíggjarbúskaparfrøði á hægri námi, starvast hjá Smyril Line Cargo, og honum dámar væl at fáast við tøl og útflutning.

 

- Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og nú eg stilli upp til løgtingsvalið, havi eg serliga víst á stóru bústaðarkreppuna, sum Føroyar eru í.

 

Hann sigur, at sum løgtingsmaður hevði tað fylt nógv hjá honum at funnið loysnir á bústaðarkreppuni, soleiðis at øll kunnu tryggja sær tak yvir høvdið.

 

- Mín áhugi er eisini sálarheilsa hjá bæði ungum og vaksnum. Tað eigur at vera náttúrligt at siga, at tú ikki hevur tað gott, um okkurt er, sum órógvar sálina.

 

Arnar Lognberg vísir á, at jú meira náttúrligt tað er at siga frá - tess skjótari kann hjálpin koma, og hetta er ógvuliga umráðandi, tá lívið gerst trupult.

 

- Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, og hetta geldir okkum øll, sigur hann.

 

Arnar Lognberg hevur eisini stóran áhuga fyri vinnulívinum, bæði sjóvinnuni og vinnuni á landi, og hann heldur, at eisini útisiglarar skulu hava bestu umstøður.

 

- Vit skulu ansa eftir ikki at gera umstøðurnar hjá útisiglarum truplar, og útisiglarnar skulu ikki dupult skattast, sigur hann.

 

Hann sigur, at hansara áhugi fyri politikki fevnir um allar Føroyar, men hann dylur ikki, at røturnar eru úr Sandoynni, har hann eitt nú hevur verið aktivur í ítróttarlívinum.

 

- Fótbólturin hevur altíð fylt nógv, og eitt skifti sat eg eisini í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, eins og eg havi fingist við døming í fótbólti.

 

##med2##

 

Arnar Lognberg sigur, at hansara motto er at vera opin og erligur.

 

- Hóast vit báðir eru uppstillaðir til løgtingsvalið, Sámal Hanni og eg, tosa vit dagliga saman, og vit eru báðir líka spentir til valið.

 

Hann vísir á, at teir báðir umboða hvør sín flokk, og sum hann nevndi í byrjanini, heldur hann, at hann sum 34 ára gamal er meira liberalur enn pápabeiggin - í positivari merking.

 

- Eg dugi ikki at siga, hvar atkvøðurnar hjá abba og ommu fara, og tað er sjálvsagt púrasta upp til tey. Eg kenni nógv fólk, og eg havi góðar vónir, sigur Arnar Lognberg brosandi.

 

 

 

 

 

Arnar Lognberg og abbin, Gerhard Lognberg. Arnar er uppkallaður eftir ommuni, Arna