Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Mær dámar væl at hugna mær í býnum, hyggja eftir úrvalinum í handlum og keypa, tá eg síggi okkurt, mær dámar - til mín ella onkran, eg eri góð við. Fyri meg køvir "svartur fríggjadagur" júst tað hugnaliga við at vera í býnum og keypa gávur.
Tað sigur Tóra við Keldu, tá hon verður spurd um Black Friday.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Mær dámar illa bíðirøðir, fullar handlar við fólki í keypsrúsi og yvirhøvur hugburðin, at vørur skulu vera so bíligar sum gjørligt. Eg haldi, at tað er við til at skapa eitt forbrúkarasamfelag, har vit oftari keypa vørur fyri undirprís samstundis, sum aðrar vørur sjálvsagt gerast dýrari fyri at javnviga tapið av hinum vørunum. Ella - kanska geva handlarnir hendan dagin vørurunum bara tann prísin, sum tær í veruleikanum annars eiga at kosta? Hugsi, at vit við hesum oftari keypa sovorðið, sum vit í grundini ikki hava brúk fyri. So, stutta svarið er nei.
Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt?
- Ja, eg gleði meg til at keypa jólagávur, og okkurt er longu keypt. Tað er stuttligt at hyggja og leita eftir onkrum, sum eg haldi, onnur verða glað fyri. Vandin er kanska, at eg keypi sovorðið, sum mær sjálvum dámar, men tað plagar at rigga. Tó verða gávurnar ikki keyptar uttanlands á netinum og heldur ikki á svarta fríggjadegnum.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Nei, eg keypi aðrar dagar í árinum, sigur Tóra við Keldu.