Eg leiti enn

Kjell Nupin er millum kendastu myndlistafólk í Noreg og hevur verið tað frá ungum árum. Hann ásannar, at stóri eftirspurningurin kann gera tað trupult at halda høvdið kalt, men tó er hann ein listamaður, sum hevur verið við ymsar støðir á listaleiðini, men sum tó veit hvat hann vil. Í hesum døgum sýnir hann fram í Listaskálnum

 
Kjell Nupin er ein myndlistamaður, ið hevur ein forkærleika fyri málningalistini, men sum annars nýtir ymsa tøkni og sum dugir síni ting. Hann hevur júst myndprýtt eina kirkju í Svøríki við glaslist og tað er fyrstuferð hann roynir tað.
 
Stilli
Nupin gjørdi á ungum árum av at gerast málari og gjørdist eisini á ungum árum kendur og viðurkendur.
- Eg royni at fáa eitt framhald í málningarnar, stilli og eina djúpt, men eg royni at tálma myndevnunum. Eg haldi frávera av lívi, longsul og tað at vera á ferð, meint í fleiri týdningum, lýsir mína list, sigur Nupin, sum hevur fingið ein lit nevndan eftir sær, nevniliga nupinblátt.
Í dag er tað náttúran, skógurin ið hugtekur, sigur Nupin, sum á yngri árum m.a. málaði myndir við politiskum dámi og heitum. Hann sigur seg ikki kenna náttúruna betri enn onnur, men málningar hansara eru heldur ikki staðarbundnir, men hann málar ofta sama myndevni fleiri ferðir.
- Eg havi onkutíð nýtt hesi sentimentalu og melankolsku hugtøkini sum heiti á mínum málningum, ofta skemtandi ella sigandi, tí tað hevur havt øvugtan týdning, sigur Nupin, sum enn fegnast um at fara á verkstaðið og til arbeiðis.
 
Leitar
Nupin er enn leitandi, hóast mong ár í fremstu røð.
Spurdur, um tað at gerast kendur á ungum árum ikki hevur verið eitt haft um beinið, sigur Nupin, at tíbetur eigur ungdómurin mót at halda fram.
- Og sjálvsálitið er júst ein umvend pyramida mótvegis vitinum og skilinum, tá ein er ungur, sigur Nupin, sum  tó viðurkennir, at fíggjarliga merkti tað at vera kendur, at hann kundi savna seg um listina, og ikki um at fáa pening til vega til næstu oljurokningarnar.
Men enn í dag er til tíðir ringt at halda høvdið kalt, tá eftirspurnigurin er stórur, viðgongur Nupin.
Á Listastevnuni sýnir hann fram í listaskálanum og sýningin helldur á til  2. oktober.
 
 


 
Um Kjell Nupin
 
Kjell Nupen er føddur í Kristiansand í 1955 og gjørdi av longu sum 13 ára gamal at verða listamálari. Hann er útbúgvin á Statens Kunstmuseum í Oslo og á Staatliche Kunstakademie í Düsseldorf. Hann fekk sum ungur sítt gjøgnumbrot sum listamálari og grafikari og hevur í mong ár verið ein eyðkendur persónur í norskari samtíðarlist. Tann fjølbroytti listamaðurin hevur havt framsýningar í nógvum londum. Longu sum 20 ára gamal keyptu fleiri listasøvn og aðrir stovnar verk hansara. Harumframt hevur hann gjørt fleiri skreytmyndir.
Fyri Nupen eins og fyri listaheiminum vóru 1970-árini nógv ávirkað av hugmyndafrøði og politikki. Nógvar politiskar og mentanarligar kollveltingar fóru fram, og tað gekk oftani harðliga fyri seg. Nupen kom í tætt samband við politiseraða listaumhvørvið í Týsklandi, og var hetta nakað, ið eyðkendi myndir hansara, ið vístu á harðskap og kúgan. Hann gekk ímóti tátíðarfasismuni, og fleiri av politisku verkum hansara vísa á íblástur úr fjølmiðlaheiminum. Nevnast kunnu m.a. Situasjon, Stille betraktning, Denkmal, Fargelagt idyll og Stille natt, hellige natt. Nupen lat í stóran mun speisemi ráða yvir myndunum. T.d. er myndevnið í Fargelagt idyll flóttafólk undir Vietnamkrígnum, Denkmal (Minnisvarðin) ímyndar eitt bumbuflogfar, og Stille natt, hellige natt er tikið úr týska jólasálminum við sama navni, men lýsir í hesum føri grovan harðskap og ikki friðsæla vón, sum heiti annars bendir á. Grafiska listin var eisini týdningarmikil í 1970-árunum, ikki minst tí listamaðurin hevði ein politiskan boðskap. Kjell Nupen var meistari í grafikki, og hann fekk heiðursløn fyri grafisku list sína á altjóða grafikkstevnuni í 1981 í Baden-Baden.