Millióningurin. Grøni aktivisturin. Heimspekingurin. Lívselskarin. Samfelagsrevsarin.
Hetta eru nøkur av hóskandi lýsingarorðunum kring 51 ára gamla Jostein Gaarder. Rithøvundurin við 13 føgrum bókmentaútgávum á baki, sum fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 1991 við heimspekiligu skaldsøguni Sofies Verden, og Í 1995 varð hon heimsins mest lisnað skaldsøga. Mikudagin seinnapartin kom víðagitni normaðurin til Føroya í sambandi við ársins listastevnu.
Men komin niðan á Hotel Føroya hitti eg alt annað enn ein stereotypiskan millióning. Slitnar cowboybuksur. Gemena og smagleysa troyggju. Ókliptur. Nei, maðurin er ikki vorðin kendur fyri sína útsjónd.
Og knappliga broytist mín fyrsta fatan av Jostein Gaarder. Hann byrjar at práta, og enthusiasman og engagementið lýsa úr impulsiva og spenta andlitinum. Við sínum knøppu rørslum og beinraknu hugleiðingum hevur hann skjótt rúnarbundið bæði meg og myndamannin.
Náttúruvísindin
Jostein Gaarder hevur seinnu árini flutt seg alt meiri frá heimspeki og yvir í náttúruvísindi, og hetta kemur serliga til sjóndar í nýggju bók hansara Maya. Spurdur, hví henda yvirgongd er farin fram, fer heimskendi Gaarder í gongd.
- Fyrst og fremst er tað tí, at náttúran hugtekur meg. Eingin heimspekingur kann í dag síggja burtur frá náttúruvísindaligu sannroyndunum (fakta), og kemi, biologi og astronomi hava í stóran mun økt um okkara erkennilsisøki. Stóru klassisku spurningarnir um lívsins uppruna, hvørji vit eru og hvat univers okkara í veruleikanum er, eru fluttir meiri frá spekulativari heimspeki til náttúruvísindi, sigur Jostein Gaarder. Norski rithøvundurin sigur, at hann ikki hevur vent sær frá týdninginum av metafysiskari hugsan, men at hann í dag hevur eyguni vend móti fysiska heiminum í nógv størri mun.
Men við stórum forvitni og lýsandi eygum nevnir spennandi maðurin frammanfyri mær tveir grundleggjandi spurningar, sum vísindin enn ikki hevur megnað at svara: 1) Hvat var big bang. 2) hvat er tilvitskan (bevidsthed). Lív kemur í armar og kropp hansara, tá hann fer at greiða frá náttúruvísindaligu avmarkingunum og veikleikanum hjá fleiri vísindamonnum.
- Eitt stórt mistak í dag er, at granskarar og vísindamenn ikki eru tilvitaðir um náttúruvísandiligu mørkini og avmarkingarnar. Nógvar forhastaðar niðurstøður verða gjørdar, tí vísindamenn fara út um sítt øki og inn á heimspekiliga, metafysiska øki, har teir ikki grynna, sigur Gaarder. Hann heldur, at ein styrki hansara er júst at vera tilvitaður um, nær náttúruvísindin ikki kann svara meiri og noyðist at skiftast út við hugaspekulatiónir.
- Vit skulu altíð hava loyvið at hugsa og undrast uttanfyri náttúruvísindaligu mørkini, har tað eisini er pláss fyri einum eventuellum gudi. Metafysikkur kann saktans leiðbeina náttúruvísindina, men vit mugu vera tilvitað um, nær vit eru innanfyri og uttanfyri mørkini, sigur Jostein Gaarder.
Fleiri vísindamenn vilja vera við, at lívið bert er ein biokemisk samanseting. Hesum tekur Gaarder undir við, men hinvegin er hetta ein ov avmarkað lýsing.
- Víst er lívið biokemi, men lívið er ikki bert biokemi, slær Gaarder fast. Hann sigur, at hann traditionelt trýr á gitnu læru Darwins um evolutionera uppruna lívsins, men samstundis upplivir hann meining og innihald í tilveruni, og hann útihýsir ikki møguleikan fyri eini guddómligari megi handan lívið.
Stutta lívið
51 ára gamli rithøvundurin greiðir frá, at hann hevur ein treytaleysan kærleika til lívið, at hann hvønn dag undrast á tilveruna, og at hann hevur ein brúsandi lívsapetitt. Jú meiri hann ikki veit, jú meiri upplivir hann alheimin sum gátufullan og mystiskan, og tað eyðmýkir hann. Hann er bergtikin av, at hann er partur av einum so stórum loyndardómi, sum lívi er, og hann sigur seg vera umgyrdan av meining og innihaldi. Hann siterar gitna setningin hjá týska heimspekinginum Ludwig Wittgenstein.
- Undrið er ikki, hvussu heimurin er, men at heimurin er, sigur Jostein Gaarder. Men rithøvundurin úr Noregi er ikki bangin fyri at avdúka, at kærleikin til lívið eisini voldir sorg, og hann kemur sostatt sjálvur inn á eitt høvuðsevni í nýggju bók síni Maya.
- Eg upplivi hvønn dag eina sorg um, at lívið er so stutt. At eg bert eri ein stuttvitjandi gestur á hesi fold. Um eg kundi valt millum normalan deyða og ævigt lív, hevði eg umgangandi valt æviga lívið á jørðini, tí sannleikin er, at alt í mær skríggjar eftir at vera verandi, sigur Jostein Gaarder.
Hann upplivir sostatt á sama hátt frustratión og fascinatión, og hvønn dag merkir hann, at hann samstundis bæði sigur góðan dag og farvæl við lívið.
- Eg havi leingi arbeitt við at sameina trongdina til lívið við sjálvan deyðan, men hetta er ikki eydnast mær enn. Deyðin er framvegis ein trupulleiki, eg ikki vil kennast við, sigur lívselskarin og lívsnjótarin Jostein Gaarder, áðrenn hann lyftir røddina og kraftiga fortelur øllum í rúminum:
- Eg vil ikki bara vera; eg vil eisin vara, og longsul og sorgblídni eru at hóma í eygnabrái hansara.
Fyri einum ári síðani segði kendi danski presturin Johannes Møllehave í Sosialinum, at lívsins avmarkaða tíð er neyðug fyri at geva hvørji løtu meining og innihald, at avmarkingin er eitt neyðugt krav, um hvør løta skal hava virði, og at deyðin á henda hátt er ein gáva. Men hesi uppbyggjandi og optimistisku hugsan vil Gaarder ikki heilt taka undir við.
- Setningurin hjá Møllehave er sera áhugaverdur, men eg meti, at deyðin er ein ov dýrur prísur, vit noyðast at gjalda, um vit vilja uppliva innihald og meining. Eg vildi ynskt, at vit ikki noyddust at kvittera við deyðanum, og eg havi so ikki funnið hasa sameining og sáttargerð, sigur Gaarder, meðan hann við einum tómum smíli starir fram fyri seg.
Í áðurnevndu nýggju bókini Maya viðgerð Gaarder dúgliga møguleikan fyri ævigum lívi. Spurdur, hvørji sannlíkindini eru fyri lívi eftir deyðan, svarar Gaarder:
- Í og við at vit liva, eru vit longu farin út um øll fornuftig mørk, og tað er eitt undur, at vit hvønn dag vakna til ein nýggjan dag. Tá vit longu eru farin út um øll mørk og reint faktiskt liva, hví so ikki eitt nýtt lív eftir deyðan? spyr og vónar Jostein Gaarder.
Gloymd ábyrgd
Frá náttúruvísindi og lívsins syrgiligu avmarkingum fer prátið spakuliga inn á etiskar spurningar. Gaarder er altráður eftir at oysa av sínum hugaheimi, og við einum rannsakandi og beinleiðis eygnabrái bíðar hann eftir næsta spurningi. Spurdur, um hann kann nýta sítt yndisfak - náttúruvísindina - til etiskar vurderingar, er Jostein Gaarder so spentur at svara, at hann brýtur av, áðrenn spurningurin er liðugur.
- Náttúruvísindin kann á ongan hátt siga okkum, hvussu vit eiga at liva okkara lív. Tað er eingin kobling millum tað, sum er, og tað, sum átti at verið, og hetta er aftur ein logiskur "feilslutningur" hjá fleiri vísindamonnum, sigur Gaarder. Hann nevnir, at sosialdarwinisman er eitt gott dømi um hetta klassiska mistakið.
- Sosialdarwinistarnir siga, at av tí at lívið er órættvíst og kyniskt, skulu vit eisini liva soleiðis og innrætta samfelag okkara eftir hesum, men har mótmæli eg. Hóast náttúran er innrættað á henda hátt, merkir tað ikki, at vit skulu liva so, sigur Gaarder. Hansara moralski boðskapur er atfinningarsamur mótvegis vesturheiminum.
- Uttan íhald práta vit í tómgongd um rættindi, rættindi og aftur rættindi, og vit hava nógvar mannarættindasáttmálar, -yvirlýsingar og enntá -dómstól. Men eg spyrji, hvar er ábyrgdin? Hví hava vit ongan sáttmála ella konventión, sum ásetur okkara ábyrgd sum heimsborgarar? Sum krevur nakað av okkum? Fokus á mannarættindi hevur týdning, tí partar av heiminum hava enn ikki fingið hetta, men vit flýggja frá, hvørja ábyrgd vit eisini hava, sigur Gaarder.
Sambært honum er tað eitt eyðkenni menniskjans, at vit bert vilja tryggja okkum øll okkara rættindi, men so skjótt vit sjálvi skulu avrika nakað, taka vit okkum aftur.
- Saman við "human rights"áttu vit eisini at fokusera á "human responsibility" ella "human obligations". Rættindi merkja eisini økonomisk rættindi og vinnulig rættindi, men kostnaðurin er ein ídnaður, sum dálkar og einaferð ger av við náttúruna og umhvørvið. Tá eru vit farin so langt í okkara rættindum, at vit hava gloymt ábyrgdina, sigur Gaarder.
Sokrates, Buddha og Jesus
Einaferð spurdi ein tíðindamaður í Fraklandi Jostein Gaarder, hvønn hann helst vildi hitt, um hann einaferð kom til himmals saman við restini av heimsins íbúgvum gjøgnum allar tíðir.
- Svarið var Sokrates, Jesus og Buddha. Fáur hevur havt innlit í sálardýpi og ikki minst avmarkingar menniskjans sum Buddha. Sokrates setti ideal síni fram um lív sítt, og Jesu etikkur bergtekur meg, umframt at hann eisini lat sítt lív fyri sína søk, sigur Gaarder. Hann greiðir frá, at hann við fýra evangeliunum ikki nýtist fleiri lektiur í etikki, og at frágreiðingarnar um burtvilsta sonin, kvinnuna, sum varð tikin í hori, um at venda hin vangan til og elska sínar fíggindar, eru sonn meistaraverk, sum hava týdning fyri Gaarder.
- Í bókstaviligum týdningi havi eg ikki eina siðbundna fatan av Jesusi sum Guds soni, men hansara boðskapur og læra var avgjørt guddómlig. Teir vóru allir tríggir humanistar í orðsins sanna týdningi, og Jesus legði líka í, um tað var sabbatur ella ikki, tá hann grøddi tey sjúku, sigur Jostein Gaarder.
Hann er limur í norsku fólkakirkjuni og hevur tilvitað valt at vera tað. Gaarder hugsar eisini um møguleikan fyri eini skapandi megi handan náttúruna.
- Bíblian sigur, at menniskjan er skapt í Guds mynd. Eg meti, at Gud heldur er skaptur í menniskjunar mynd, og at Gud er eitt menniskjaligt fyribrigdi. Tí skulu vit vera varin at draga niðurstøður, men møguliga er ein guddómlig kraft handan universið, sigur norski hugsarin.
Grøna stríðið
Jostein Gaarder er ikki bert ein smílandi og hugtakandi hugsari. Hann kann eisini vera ein beinrakin og hvassur samfelagsrevsari, og hetta er serliga komið til sjóndar í hansara arbeiði fyri einum betri umhvørvi.
Hann sigur seg atkvøða á vinstravonginum, fyrst og fremst við ynskinum um at stuðla solidaritetshugsjónini. Men hann metir eisini, at kapitalistiska heimsskipanin hevur ov stóran prís við sær - serliga mótvegis umhvørvinum.
- Ein stórur vandi við økonomiska framburðinum er ovurstóra náttúrudálkingin í ídnaðarheiminum, og vit eru í ferð við at oyðileggja okkara egna lívsgrundarlag og heimstað, sum jørðin er, sigur Gaarder við sorgblídni.
Hann greiðir mær frá, at náttúrudálking veruliga er vorðið eitt hjartabarn hjá honum og konuni, og hann nýtir nógva orku í grøna stríðnum fyri umhvørvi.
- Tá eg fekk gjøgnumbrot sum rithøvundur, komu milliónirnar í stríðum streymi inn á kontoina, og eg konan vistu ikki, hvat vit skuldu gera við allan peningin, sigur hann flennandi. Hann tók so avgerð um at handa eina virðisløn hvørt árið til fólk, sum gera mun í umhvørvis- og menningarviðurskiftum, og virðislønin, sum ber heitið Sofieprisen, er á umleið 700.000 krónur.
Saman við dálking heldur hann, at vesturlendsku íbúgvarnir eru hertiknir av einum idoldyrkandi tabloidfjølmiðlaheimi, har alt snýr seg um undirhald. Nútíðarmenniskja er vorðið offur fyri eini celebrity-tilbiðjan og hevur mist eyguni frá lívsins gátum og undrum. Kenslan av, at vit liva mitt í einum stórslignum ævintýri, er horvin.
- Børnini í vesturheiminum kenna í dag nógv fleiri filmstjørnur og fótbóltsleikarar, enn tey kenna fugla-, djóra- og plantusløg, og hetta er syrgiligt. Lívsins skattkømur eru at finna í órørdu, upprunaligu náttúruni, men vit hava vent eyguni frá hesum. Vit kunnu ikki begrípa nakað, uttan at vit fyrst eru gripin av tí, og menniskjan er ov lítið gripin av skaparverkinum og universinum, sigur 51 ára gamli norski rithøvundurin at enda.
Sunnudagin klokkan 16 verður Jostein Gaarder at hoyra á listastevnuni í Norðurlandahúsinum.