Tað sigur danski U21-landsliðsvenjarin, Morten Weighorst, eftir 1-1 javnleiki í Gundadali í kvøld. Hann rann ikki undan føroysku fjølmiðlinum, tá teir fingu orðið á hann eftir U21 landsliðsdystin.
- Føroysku leikararnir stríddust allan dystin á tamb og kundu enntá havt vunnið dystin móti endanum, staðfesti ein vónbrotin Morten Weighorst.
Danska liðið var leikliga omaná og hevði nakrar møguelikar at økja um leiðsluna, sum Simon Christoffersen gav dønum seint í fyrra hálvleiki eftir horna. Morten Weighorst var sjónliga óður eftir dystin.
- Eg var óður eftir dystin og tað eri eg ikki bangin fyri at vísa. Vit skulu skora upp á okkara møguleikar og ikki geva einum liðið sum føroyska liðnum ov nógv deyðbóltsstøður, helt Morten Weighorst
Hann stóð fast við at teir á ongan hátt undirmettu Føroyar undan dystinum og vísti á góðu úrslitini á heimavølli. Hann virkaði sympatiskur og hevði ikki trupulleikar at viðganga, at føroyska liðið hevði fleiri møguleikar og enntá kundi verið farið avstað við sigrinum.
Róaldur Jakobsen javnaði fyri Føroyar tríggjar minuttir fyri tíð.