Robin Jønsson, sum vann heitið sum Føroya flottasti kroppur sigur, at hann verður við til næstu kapping
– Eg havi altíð íðkað ítrótt, og tað dámar mær sera væl. Tá tú skalt fyrireika teg til eina kapping sum hesa, skal sjálvandi nógv kropslig venjing til.
Tað sigur Robin Jønsson, sum leygardagin gjørdist vinnari hjá monnunum í FM í fitness. Robin Jønsson hevur altíð íðkað nógvan ítrótt og hevur lagt nógva tíð og orku í venjingina til kappingina, ið var í gjár.
– Vanliga fari eg ein rennitúr áðrenn morgunmat og venji síðani styrki seinni á degnum. Eg brúki nógva tíð uppá venjing, dagurin er ikki fullførdur uttan venjingina, sigur hann.
Robin Jønsson sigur, at tær 12 vikurnar fram til kappingina hevur venjingin verið ógvuliga hørð, og tættari tú kemur at kappingini, harðari verður venjingin.
– Svøvnur og kostur hava nógv at siga. Tað er umráðandi at fáa nokk av svøvni og eta góðan mat, sigur hann.
Sum við venjingini hevur kosturin eisini meira og meira at siga, tættari tú kemur kappingini. Feitt og sukur fellur burtur so við og við, góðgæti og annað svans kemur ikki uppá tal.
– Við venjing, svøvni og góðum kosti, er lítið av tíð eftir til annað ein kundi brúkt gerandisdagin til, sigur Robin Jønsson, sum leggur afturat, at umframt kropsliga fyrireiking er umráðandi at fyrireika seg mentalt.
– Hóast høvdið biðjur teg steðga, klárar kroppurin meira. Eg havi sjálvur róð kapp í trý ár, og tá spælur sinnið ein stóran leiklut, tískil eri eg vanur við hetta. Hesa tíðina, eg havi vant til kappingina, havi eg mint meg sjálvan á, at eg skal standa á pallinum og vísa meg fram, tað hevur verið ein drívmegi til at venja, tá hugurin ikki hevur verið til staðar, sigur hann.
Robin Jønsson sigur, at stórur møguleiki er fyri, at hann verður við aftur, um so er, at tílíkt tiltak verður fyriskipað aftur.
– Nú má eg verja tittilin sum »Føroya flottasti kroppur«, sigur Robin Jønsson at enda í skemti.