- Øll hesi árini sum gísli havi eg hugsað sum so, at so leingi eg livi, og so leingi eg framvegis dragi andan, skal eg ikki sleppa vónini.
Soleiðis skrivaði Ingrid Betancourt í einum brævi í fjør. Tá hevði hon verið gísli hjá vinstrasinnaðu uppreistrarrørsluni FARC í kolombiska frumskóginum í fimm ár. Í gjár frættist, at kolombiskir stjórnarhermenn høvdu fríað hana og 14 aðrar gíslar, og í nátt vístu fleiri av teimum stóru sjónvarpsstøðunum myndir av Ingrid Betancourt og hennara næstu, sum vóru komin at taka ímóti henni.
Millum teirra, sum hava virkað fyri at fáa Ingrid Betancourt leysa, er franski forsetin, Nicolas Sarkozy. Hann takkaði í nátt teimum, sum hava medvirkað til at vinna Ingrid Betancourt frælsið aftur
Tað var ein deild hjá kolombiska stjórnarherinum, sum fríaði Ingrid Betancourt, tveir amerikanarar og 11 aðrar gíslar. Ein talsmaður hjá herinum segði, at nakrir stjórnarhermenn vóru farnir inn í frumskógin, har teir søgdu seg vera limir í FARC. Tað eydnaðist teimum at sleppa fram at gíslunum og at varskógva herin um, hvar teir vóru staddir. Løtu seinni vórðu gíslarnir fríaðir.
Nógvir gíslar
Tann 46 ára gamla Ingrid Betancourt, sum var senatorur, stillaði upp til forsetavalið í Kolombia í 2002, men bleiv burturflutt undir valstríðnum. Hennara varaforsetavalevni, Clara Rojas, bleiv eisini burturflutt sama ár, men hon varð latin leys í fjør.
Kolombisku myndugleikarnir siga, at FARC hevur framvegis fleiri hundrað fólk sitandi gíslar í frumskóginum. Teirra millum eru fleiri politikarar, og fleiri av gíslunum eru útlendingar.
Politiskir eygleiðarar í Latínamerika siga, at FARC er viknað nógv tey seinastu árini, og at tað var ein serliga dyggur smeitur fyri rørsluna, tá leiðari hennara, Manuel Marulanda, doyði fyri tveimum mánaðum síðani. Samstundis hevur ein av teimum trúgvu stuðlunum hjá FARC, venesuelski forsetin Hugo Chavez, biðið rørsluna gevast við uppreistrinum og leggja vápnini.