Rani Nolsø, menningarstjóri
????
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
Bill Clinton, My life. Forsetaskeiðið hjá Clinton var sera áhugavert uppá mangar mátar, ikki minst, tá man hugsar um uttanríkispolitisku úrslitini á t.d. Balkan og í Miðeystri. Tí er My life eitt ?must? í mínari verð.
Allen Carr, Endelig røgfri. Her er bókin, sum kann fáa einhvønn at sleppa úr sálarligu angistini, ið forðar milljónum av menniskjum at taka avgerðina at kvitta roykingina!
Oyndarfjarðarbókin, har eg loksins fái eg innlit í míni familjuviðurskifti í Oyndarfirði. Ein góð og áhugaverd bók, sum Freydis Poulsen hevur greitt hegnisliga úr hondum.
Peter K.A. Jensen, Menneskets afstamning. Sera hugtakandi at lesa um ta undrunnarsomu søguna hjá mannaættini - frá okkara elstu forfedrum - sum fóru uppá tvey bein at ganga - og til tað modernaða menniskja, sum nú fullkomiliga stýrir heiminum.
Nevn eina bók, tú minnist serliga væl?
Stephen Covey, Seven habbits of highly effective people. Hevur givið mær grundleggjandi innlit í, hvussu okkara persónligi og kompleksi psykologiski heimur fungerar, og hvussu vit við okkara sunnu fornuft kunnu stýra honum.
Hvør var fyrsta bókin tú las?
Tað minnist eg ikki rættiliga. Ivaleyst onkur, vit lósu í skúlanum.
Hvørja bók, vildi tú ynskt, tú hevði lisið?
Millum tær, sum eg í næstum fari í holt við, kann eg nevna On the origin of species hjá Charles Darwin og sjálvandi stóru bókarøðina hjá Garry Kasparov, My great predecessors.
Eisini kundi eg hugsa mær at lisið nakrar lívssøgur, eitt nú hjá Charles Chaplin, Anwar Saddat, Henry Ford o.l.
Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna?
Ja! Sigi ikki, at hvør einasti kapitul í yrkisbókum verður trálisin, men jú, annars lesi eg bøkur úr enda í annan.
ave