Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri?
? Nei. Men bæði foreldrini, serliga mamma mín, sungu ofta.
Spælir tú nakað ljóðføri?
? Luftgittar, luftbass og lufttrummur.
Syngur tú undir brúsuni?
? Sjáldan, men tað hendir, tá ið eg búgvi á hotelli uttanlands. Og tey, sum kanska hoyra, vita ikki, hvør hasin dummi fanin er, sum syngur pillfalskt har inni.
Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari?
? Ofta. Eg hevði viljað dugað at spælt gittar og klaver, ikki sum hin segði: tvørfloytu og kontrabass.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg?
? Hann er góður aftur við einum glasi, aftur við hugleiðing í kirkjum í katólskum londum og, tá lagið er so gott, at eg tori at dansa. Hann hevur negativan týdning, tá hann sum musakkur forðar tær í at kunna tosa við fólk á matstovum, vertshúsum og aðrastaðni.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú?
? 6/400/34.
Hvat er tín yndisfløga?
? »Freak Out« hjá The Mothers of Invention. Ótømandi kelda til tónlistarligt upplivilsi. Nú eigi eg bæði plátuna og fløguna. Plátan ljóðar nógv betri.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri?
? The Very Best of Faroese Hallelujahhh.
Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður?
? »White Power is Here«. Veit ikki, hvør eigur hann, men tað er onkur nasibólkur.
Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur?
? Ein gudilig. Haldi mamma og dóttir syngja. Minnist ikki, hvussu tær eita. Tími ikki at hyggja. Men hon er har onkra staðni í plátusavninum. Hví? Ja, gud viti hví.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke?
? Eg havi hoyrt - og sæð - karaoke nóg ofta til, at eingin fær meg at syngja karaoke.
Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld?
? Lættur klassiskur tónleikur og góður, hann skal vera góður, poppur sum Mamas and Papas til dømis.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun?
? Tarkus hjá Emerson, Lake og Palmer er frálíkt sunnumorgun eftir rokuta sunnunátt. Tarkus er ein góður javnari.
Hvør tónleikur fær teg í ringt lag?
? Alt sum minnir um og líkist Gluntan, gudiligur sentimentalitetur og hornblástur.
Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið?
? »Good Golly Miss Molly« til dømis.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma?
? Tað minnist eg ikki.
Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð?
? So langt havi eg ikki hugsað enn. »Sympathy for the Devil« hjá Rolling Stones hevði kanska riggað væl júst í hasari støðuni. Og tí at tað er frálíkt lag.
Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til?
? Tá eg var í arbeiðslegu á Kuba í 1998 spældi eitt orkestur fyri okkum eitt kvøldið. Konsertin byrjaði úti. Vónleyst var at sita, tí rútmurnar vóru øgiligar, og rommið bíligt. So gekk toran, og síðani kom grimdarregn. Orkestrið fór, framvegis spælandi, inn í eitt hús, og vit øll dansandi aftaná. Inni hildu tónleikurin og dansurin fram uttan steðg. Tað var heilt einastandandi.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt?
? Sid Vicious, men tað er tíverri ov seint. Hann er langt síðani deyður.