- Eg royki hash

Jákup Eli Joensen var sum vera man stak glaður eftir sína konsert á Summarfestivalinum fyrr í kvøld.

 

- Eg haldi sjálvur, at tað gekk ordiliga væl. Men eg hevði ikki væntað so nógv fólk, so tað eri eg bara ordiliga glaður fyri, sigur Jákup Eli, sum einsamallur á pallinum sang fleiri av sínum sangum.

 

Tekstirnir hjá Jákup Eli eru rættiliga skemtingasamir. Eitt nú var eykalagið hjá honum ein sangur við heitinum 'Eg royki hash', sum er ein skemtilig forkláring uppá, hví hann ikki altíð ger tað, sum verður forvæntað av honum.

 

- Eg fái íblástur til mín tónleik frá ymsum punk bólkum, eitt nú Blink 182. Eisini fái eg íblástur frá Páll Finnur Páll.

 

- Tekstirnir eru skrivaðir eitt sindur út frá mínum dagligdegi, so í roynd og veru er tað ikki meiningin, at teir skulu vera stuttligir, sigur Jákup Eli, sum gav sína fyrstu fløgu út í fjør og sína seinnu fyrr í ár.

 

Sigur man Jákup Eli, so má man siga Vanja.

 

- Tann sangin havi eg nokk sungið umleið 1.000.000 ferðir, sigur Jákup Eli flennandi.

 

Annað kann ikki sigast enn, at Jákup Eli er ein virkin sangskrivari, tí hann arbeiðir longu upp á sína triðju fløgu, sum væntandi kemur út í næstum.