Eg royni at vera blíð

Hvat hugsa arbeiðsfólkini í veruleikanum, tá full fólk hanga út yvir borðini og grenja? Vit eru til arbeiðis við Lindu Midjord, sum er tænari. – Onkuntíð má mann bara hugsa, at fólkini ikki altíð eru full, sigur hon

Fyrstu jólaperurnar eru komnar upp uttanfyri, har fólk standa og roykja. Úr hátalarunum kemur tónleikur, sum ongin sær út til at lurta eftir, hóast hann í ávísum føri er eitt sindur áloypandi.

Inni á gólvinum gongur ein myrkhærd kvinna í hvítari skjúrtu og býtir gløs við løgi av ymsum slag til fólkini, sum sita við hvítu borðini. Hon er um 20 ára aldur og smílist, nú vit koma inn.

Tað er Linda Midjord, sum stendur har, og henni eru vit til arbeiðis við í dag.

Spyrji hana beinanvegin um heldur undarliga tónleikin.

– Nógv hava klagað um tónleikin, men vit hava eisini fingið rós fyri hann. Men inn ímillum haldi eg hann vera eitt sindur snedigan.

– Vit, sum arbeiða her duga sangirnar inn og út nú, og teir eru ikki so góðir. Men tá tað kemur til stykkis er hatta kafétónleikur, sum eg ikki sjálv hevði lurtað eftir, flennir Linda Midjord.


Tey fullu

Summi, sum sita við borðini eru meiri sovandi enn vakin, og hetta er ein veruleiki, sum Linda bara má finna seg í, tá hon roynir at skorða seg millum væl mannaðu borðini.

– Tíbetur standi eg ikki við barrina, har tey hanga og rópa. Men tað er øgiliga irriterandi, tá tey sita eisini. Tey eru so óhøflig og vilja ikki lova mær framvið. Mann má í veruleikanum bara anda djúpt inn og hugsa, at tey ikki altíð eru full, smílist hon.

Mitt í viku verða full fólk blakað út, men um vikuskiftini skal rættiliga nógv meira til, áðrenn tolið er uppi hjá starvsfólkunum, men tað kemur fyri, at tolið nærum verður uppi.

– Eg royni sjálvandi at vera blíð alla tíðina, men onkuntíð blívur tað øgiliga strævið, so eg ordiliga irriterist. Og tá kann tað henda, at eg ikki er so blíð, tá eg komi til næsta kundan. Tá gongur tað onkursvegna út yvir skeivan persón, men eg royni at halda mær, suffar Linda


Skeldini

Beint nú ruddar hon av borðunum. Tað er ikki so nógv at gera, so tað gongur væl at gera ymisku uppgávurnar. Men soleiðis er ikki altíð.

Tað kemur nevniliga meira enn so fyri, at meira er at gera, enn tað eru arbeiðsfólk til, og tá henda mistøk, sum skapa ónøgdar kundar.

– Tað ringasta, er tá tað er ov nógv at gera. Tað er serliga um summarið, og tá hugsa eg onkuntíð um bara at rýma, men tað er bara eitt at gera: At bíta tenninar saman og loypa út í tað, fortelur Linda eitt sindur uppgevandi, áðrenn hon kemur í tankar um, at tað er eitt, sum er verri.

– Tað er enn verri, tá onkur annar hevur gjørt ein feil, og fólk koma at skelda um tað. Tað kann til dømis vera, at fólk hava fingið skeiva pitsa. Tá er bara at taka ímóti skoluni, tí tað ber ikki til at vísa til pitsakokkin, tí hann hevur ov mikið at gera, og roynir sum øll onnur at gera sítt besta, suffar Linda, áðrenn hon aftur grínur.


Tey kendu

Hinvegin heldur Linda ikki, at tað bara er keðiligt at starvast sum tænari.

– Tað koma nokk so nógv kend inn. Til dømis tá Hvonn Live var seinast var hon sjálv Line Baum Danielsen her. Og tað er nokk so stuttligt at hugsa um aftaná, at eg havi serverað henni mat og drekka, sigur Linda.

Hon greiðir víðari frá, at Line Baum ikki er tann einasta, sum hevur verið har, og at tað er líka stuttligt hvørja ferð onkur kendur er har.

Nú ringir onkur. Viðkomandi skal hava eina pitsu. Jólaperurnar hjá kommununi eru farnar at lýsa í myrkrinumm og roykjarar byrja at leggjast til uttanfyri. Vit takk fyri og fara avstað, líkasum fyri at vera vísir í, at pitsakokkurin fær røttu boðini.


Fakta Linda Midjord

Arbeiðspláss: Hvonn

Starv: Tænari

Besta við starvinum: Nógv ung og nógvar ymiskar uppgávur

Ringasta við starvinum: Tað kann vera øgiliga stressandi, og kundarnir eru illir og skelda

Størsti dreymur við starvi: At sita ovast og jaga runt við øllum

Størsta frambrot: Eg havi veruliga ment meg, hvussu mann skal takkla ymiskar støður

Starvstíð: Eitt og eitt hálvt ár

Lívsstarv: Nei

Starvsfólk: Umleið 30

Sett á stovn: 2004

Staður: Tórsgøta 4 í Tórshavn

Stjóri: Johannes Jensen