Grannarnir til eldrasambýlið á Heygnum í Klaksvík kendu seg sera heppin, at hava so gott útsýni til kongshjúnini og fylgi, tá hesi vitjaðu í Klaksvík mikumorgunin.
Beint omanfyri sambýlið búgva Nikolina og Torleif Justinussen, og eins og allir hinir grannarnir vóru tey eisini komin út á trappuna at forvitnast. Men alt gekk nakað skjótt fyri seg, at tað var bara um at toyggja seg sum frægast
- Eg sá bara hondina á drotningini, tá hon vinkaði, helt Nikolina fyri, sum tó hevur sæð drotningina fyrr, so tað bilti kanska ikki. Nikolina hevði hendan dagin fingið vitjan av vinkonuni Másu Tróndheim, sum eisini vónaði at síggja meir enn heima úr sínum egna vindeyga. Hvørgin av teimum báðum hevði sæð Mary enn, annað enn í sjónvarpinum
- Hon riggar ómetaliga væl í hasum vøkru grønu klæðunum, helt Mása, sum gott kundi hugsað sær at sæð krúnprinsessuna í veruleikanum.
Niðri í sambýlinum tóku umsjónarmaðurin og leiðarin ímóti. Sum vit skiltu, fekk drotningin har høvi at hitta ein av sínum gomlu sjafførum, sum nú býr í Sambýlnum.