- Eg síggi ljóst uppá lívið og alt er møguligt

- Tá tað ber til at fara upp á mánan, ber eisini til at skapa møguleikar hjá teimum, ið bera brek, sigur Leila Solmunde, sum í mai mánaða varð vald til formann í MBF. Bert 18 ára gomul fekk hon liðagikt at dragast við - og hvussu náðileys deyðans kalda hond kann vera, hevur hon eisini fingið at kenna. Men hóast mótgongd, megnar hon við sínum lætta og ljósa sinni at spreiða gleði og lívsdirvi uttanum seg

- Eg hugsi ikki um, at eg eri sjúk. Tað, sum mær vantar likamliga, havi eg í staðin fingið í sinnið. Og tá sinnið er lætt, kann vinnast á øllum, sigur 42 ára gamla, Leila Solmunde.
Sum blaðung genta fekk hon staðfest liðagikt, og eftir at sonurin var føddur í 1983, tók sjúkan rættiligt dik á seg, og í dag er hon bundin at koyristóli.
- Tá fólk siga við meg, at tað er gott, at eg havi okkurt at takast við, má eg flenna og hugsi um, at eg havi eitt nógv ríkari og fjølbroyttari lív enn tey, sigur hon.
Leila sigur, at júst tað, at hon gjørdist sjúk, hevur givið henni eitt ríkt lív og avbjóðingar, hon annars ikki hevði fingið møguleikan at roynt.
Í samfull 16 ár hevur hon verið formaður í Giktafelag Føroya, og í tí sambandi hevur hon hitt mong menniskju, bæði her heima og uttanlands.
- Í mínari verð ber alt til, og mítt motto er, at har viljin er til staðar, kann alt lata seg gera.

Lívið myndað meg

Tað er hugnaligt og fjálgt í heiminum hjá Leilu á Kambsdali. Tað einasta, ið vitnar um, at her býr ein rørslutarnaður persónur, er lyftan.
Leila er prátingarsom, og lívsgleðin og áræðið lýsir av henni.
    - Eg havi verið ígjøgnum ringar tíðir, men eg hevði ikki viljað býtt mítt lív um við nakað. Tryggi uppvøksturin og barlastin, foreldur míni góvu mær, er mín grundvøllur.
    - Tá tey søgdu mær nei, tók eg tað altíð sum eitt kærleikssvar. Eg visti, at tey bara vildu mær tað besta, sigur hon.
Heilar tíggju ferðir noyddist Leila á skurðborðið at skifta lið og mjadnar. Allar kostaðu tær henni tár og pínu. Men hon fór gjøgnum alt hetta við góðum treysti.
- Tá tú hevur eina slíka sjúku, sum eg, mást tú ofta taka truplar avgerðir um sjúkuviðgerðina. Ofta eru fleiri sløg av heilivági at velja ímillum, hvørt við verri hjáárinum enn annað. Tá er tað, sum at velja millum pest og kolera.
- Alt tað, sum mær hevur verið fyri, hevur myndað meg og gjørt meg til tað menniskja, eg eri í dag.
- Tað er bert ein hending, eg hevði viljað sloppið undan - tað er missinum av soninum.
- Allar skurðviðgerðirnar, eg noyddist ígjøgnum, gjørdust lættari at bera, tí eg hevði sonin at stríðast fyri og visti, at tær gjørdu meg betur føra fyri at taka mær av honum.
- Men tá eg misti hann, gjørdist alt so nyttuleyst. Eg náddi enn ikki at gerast omma, og tað var, sum endaði mín framtíð við honum, tí eg átti bara hann.
Á bróstinum hongur ein mynd av vakra og smílandi unglinganum.
Pauli var bert 18 ára gamal, tá hann tíðliga ein leygarmorgun í juli 2001 - á veg til hús úr Vestmanna - koyrdi útav vegnum og doyði á staðnum.
- Tað gjørdist so tómt og friðarligt í húsinum, og tað ber ikki til at
seta orð á sorgina og saknin, tú kennir, tá tú missir títt einasta barn.
- Eg haldi, at hevði eg ikki frá barni av lært at trúgva, at tað er ein, ið eg kundi fara til við øllum, hevði eg helst verið ein beisk kvinna í dag.
    Hóast sorg og sjúku er Leila ein lívsjáttandi persónur at vera saman við, og við fjálga skemtingarlagi sínum megnar hon at skapa ein góðan stemning.
- Eg hevði ein knaga, ið eg kundi heingja sorgina uppá, um eg
kann siga tað so, og eg visti mær eingi onnur ráð, enn at søkja mær hjálp frá Gudi.
- Eg veit, at ein dag fái eg at vita, hví tað mátti verða so.

Lívsmót hóast mótgongd

- Tá fólk síggja meg ella onnur, sum feila nakað, so fokusera tey beinanvegin uppá sjúkuna og tær forðingar, hon hevur við sær. Men eg havi verið so leingi sjúk, at eg kann siga, at sjúkan og eg hava silvurbrúdleyp skjótt.
- Men eg siti ikki her á Kamsdali og taki synd í mær sjálvari. Tá ein hurð fer aftur, letur ein onnur seg upp. Tað einasta, eg má hugsa um, eru mínir hjálparar, og tí er neyðugt hjá mær at leggja mær dagin til rættis.
- Fyrrverandi danski sosialmálaráðharrin, Palle Simonsen, sigur í eini áhugaverdari grein, at brekaðan er nakað, sum samfelagið ger teg til av tí, at ov nógvar forðingar eru.
- Ti er tað so umráðandi í einum lívi sum mínum, har forðingar eru ein dagligur lutur, at søkja loysnir heldur enn at stara seg blindan í forðingum.
- Eg eri fødd og uppvaksin í Trongisvági, men har kundi eg ikki verða verandi, skuldi eg liva væl við sjúku mínari. Tað er trupult at ferðast heilt úr Suðuroy, tá tú hevur so nógv brúk fyri lækna sum eg.
- Tað fall mær tí lætt at fara til Fuglafjarðar aftaná systir mínari, sum býr har. Eg fall til í Fuglafirði, og seinni bygdu vit á Kambsdali.
- Her er ógvuliga gott at búgva, og eg trívist væl. Vit liggja miðskeiðis í landinum, og mær nýtist sjáldan at fara í bát longur.
- Tvær ferðir um árið ferðist eg til hini norðanlondini í arbeiðsørindum, og av og á ferðist eg suðureftir í heitu londini saman við manninum.
- Maður mín og øll mín familja eru mær einastandandi stuðlar. Tað er sjálvsagt, at teirra hjálp er við til at gera tað møguligt hjá mær at fáast við míni áhugamál.

Stórar avbjóðingar

At vera talsmaður teirra veiku í samfelagnum er ikki nøkur løtt uppgáva, men krevur sanniliga sína kvinnu. Í formansstarvinum í MBF verða tung tøk at lyfta, men tað fer Leila undir við góðum treysti og greiðum málum.
    - Nú, tá eg eri farin inn í arbeiðið sum formaður í MBF, er tað við tí í huga, at arbeiðið fyri tey, ið bera brek, er nakað, ið krevur hugburðsbroytingar.
- Sum formaður fari eg fyrst og fremst at leggja meg eftir, at tað skal verða gott at vera limafelag í MBF. Eg ætli at syrgja fyri, at orðaskiftið innanhýsis er gott, soleiðis at tingini eru tosaði ígjøgnum, áðrenn vit alment fara út við teimum.
- Vit skulu verða væl fyrireikað við góðum grundgevingum, og ikki trína fram sum grátikonur.
- MBF skal eisini verða eitt gott stað hjá politikarum at koma til, har teir kunnu fáa ta vitan, teir hava brúk fyri í síni støðutakan.
- Eg vildi ynskt, at aðalráðini vóru sína uppgávu vaksin, hvørt á sínum øki. Tað eru alt ov mong, ið skjóta handikappmál yvir á almannamál, men tað er sanniliga ikki bara eitt mál hjá Almannamálaráðum. Innan øll øki finnast fólk við breki, og tí eigur hvørt ráðið at taka okkum í fullum álvara.
Síðani Leila gjørdist formaður í MBF, hava fólk spurt hana, hvat hon kann geva felagnum.
- Eg eri væl fyri at taka mær av hesum arbeiði, tí eg kenni til
at vera frísk og seinni at gerast bundin at koyristóli. Eg havi ein heilt annan vinkul at arbeiða útfrá, tí eg havi í eina fjórðings øld kent á mínum egna kroppi, hvat tað merkir at vera rørslutarnað.
    - Síðani havi eg í 16 ár verið formaður í Giktafelag Føroya, so eg havi eisini sitið hinumegin borðið.
    - Saman við dugnaligu starvsfólkunum í MBF-húsinum fari eg í góðum treysti undir hesa stóru avbjóðing, sigur Leila Solmunde at enda.
    
    

Fakta um Leilu:

Fødd í Trongisvági tann 5.februar 1962
Foreldur: Palma Solmunde, fødd Mortensen úr Trongisvági og Jørleif Solmunde úr Søldarfirði
Maður: Mourits Simonsen úr Fuglafirði
Formaður í Giktafelag Føroya í 16 ár
Vald til formann í MBF 15.maj 2004
Tók realskúlaprógv í 1979 og
handilsskúlaprógv í 1981 og 82
Eisini hevur hon tikið einstakar greinar á HH og HF
MBF hevur 23 limafeløg
Umframt, at arbeiða í MBF-húsinum 2 dagar
um vikuna, ger Leila eina rúgvu av arbeiði heima.
Eisini ferðast hon kring landið og heldur fyrilestrar
um eitt nú, hvussu tú kanst læra at liva við tíni sjúku.