Fyri 6 vikum síðani fekk Sólbjørg Djurhuus hjartastopp uttan fyri hvalastøðina við Áir. Lukkutíð vóru nógv fólk til staðar, og tey vóru skjót at koma Sólbjørg til hjálpar. Ein hjartastartari var í brandskúlanum, og tað var einki annað at gera enn at bróta inn eftir hjartastartaranum, og hetta bjargaði lívinum á henni.
- Eg sá bara jarðarferðina fyri mær. Tað má eg ærligt ásanna. Eg var bangin fyri, at hon var farin, sigur Óli Djurhuus, sum bleiv kløkkur, tá konan knappliga small niður.
Óli Djurhuus torir ikki at hugsa um, hvat hevði hent konu síni, um umstøðurnar ikki høvdu verið júst sum tær vóru hendan dagin.
Les um dramatisku hendingina í Vikuskiftis-Sosialinum, har Óli Djurhuus greiðir frá serliga degnum.