MC Hár í finaluna og Headache Blues Treo í umfarið, har 2?ararnir skulu spæla um eitt finalupláss. Soleiðis var tað. Eg fari ikki at siga, at eg kann mótmæla hesi avgerð. Eg eri kanska ikki samdur, men eg skilji, at dómararnir valdu soleiðis. Eitt, sum eg kundi hugsað mær var, at vit fingu at vita, hvørjar grundgevingar dómararnir høvdu fyri at velja soleiðis sum teir gjørdu. Tað vóru kanska teir best spælandi bólkarnir, sum endaðu á teimum báðum fremstu plássunum, men tað vóru kanska ikki hesir bólkar, sum høvdu tey bestu løgini.
Allir bólkarnir høvdu okkurt, sum gjørdi teir til tað, teir eru. Men eg saknaði nakað nýtt hetta kvøldið, okkurt sum eg ikki havi hoyrt ofta áður. Onkrir bólkar vóru óskrivað bløð í føroysku tónleikasøguni, men ikki nakað, sum heimurin ikki hevur hoyrt áður á onkran hátt. Tað eru garvaðir menn, flest allir, sum vunnu. Onkur garvaður var eisini millum teir, sum ikki vórðu nevndir at enda.
Tað er eitt sindur hugstoytt, at Flux ikki er í eini Prix Føroyar finalu, men vit mugu ásanna, at Flux kanska ikki hevði sína bestu framførslu. Saknaði eitt lag frá teimum, tú veist, eitt lag sum veruliga sparkar meg í reyvina. Eg krevji ikki ein »Mr. Headless 2«, men tað tóktist, sum vóru løgini so mikið nýggj, at teir kendu tey ikki til fulnar sjálvir, og tá er tað kanska trupult at spæla tey sannførandi fyri øðrum.
MC Hár vóru topp tunaðir, teir spældu ótrúliga væl, tað hekk saman og var tætt (tight), men kanska sangirnir tóktust eitt sindur sum »gomul tíðindi«. Eitt sindur popputari kanska, men ikki nøkur serlig progressión. Hetta er tó eisini ein spurningur um persónligan smak. Headache Blues Treo spældu syrut blues. Teir spældu spik hamrandi feitt, men eisini her saknaði eg løg, sum veruliga vildu nakað. Men einstøku framførslurnar vóru superbar. Stuttligt at síggja E.N. Debess luttaka.
Tað, sum mær kanska dámdi allarbest á kvøldinum, vóru Gulli og Søren Søgaard. Teir meintu tað, teir gjørdu, við lív sál og øllum tí, sum til hoyrir. Prix Føroyar er kanska ikki besta høvið at spæla einsamallur, men tað var sku feitt.
Ein vinmaður mín segði við meg handan pall: »helviti, sum hetta er kapping«. Og tað er tað, tað er. Til eina kapping verður alt meiri tilgjørt, eitt sindur meiri pátikið, eitt sindur meiri show. Og tað er fáir bólkar í Føroyum, sum eru showbólkar, kanska enntá bert ein, og tí klæðir tað teimum ikki at brúka showklisjéir. Tað er eitt sindur keðiligt, at sálin og hjartað tykjast at verða sett longur aftur í raðfestingina, men soleiðis má tað helst vera, um tú skalt gera teg galdandi. Eg veit ikki.
Hetta kvøldið vunnu royndirnar. Eg bíði enn eftir, at reyv mín verður sparkað av sonnum.