- Tað er sera meiningsfult at vera aðalskrivari í Nato, tí vit standa yvirfyri einari serstakari støðu í Evropa við kríggi í Ukraina.
Tað sigur Jens Stoltenberg við norska kringvarpið NRK, eftir at limalondini í Nato hava heitt á hann at halda fram sum Nato-ovasta í eitt ár aftrat.
Jens Stoltenberg sigur, at hann fer hugagóður til verka í eitt ár aftrat eftir stuðulin, hann hevur fingið frá øllum limalondunum í verjusamgonguni.
Tað var annars ætlanin hjá norðmanninum at gevast sum aðalskrivari nú, tí hann longu hevur sitið langt út um áramálið í Nsetanaravtaluni.
Sjálvur hevur hann leingi sagt, at hann nú ætlaði sær heimaftur til Noregs, men Nato-limalondini hava heitt á hann um at taka eitt tørn aftrat.
- Hóast eg hevði tikið mína avgerð um at gevast, megnaði eg ikki at siga nei. Tú kennur eisini eina skyldu, soleiðis sum støðan er, sigur Jens Stoltenberg við NRK.