Løgmaður og ráðharrar skulu hava ein ráðharrabil, sum landið rindar fyri. Hetta er eitt av tilmælunum í nýggjum áliti um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna. Landsstýrislønarnevnd heldur ikki, at skipanin við kostnaðarendurgjaldi og ferðastuðli er hóskandi fyri landsstýrisfólk, og tí skjóta tey upp at í staðin lata teimum ein ráðharrabil.
Men talan er tó ikki um ráðharrabilar við chaufføri, tí tað metir nevndin ikki vera hóskandi til føroyska samfelagið, sigur Ester Dahl, forkvinna í nevndini, fyri in.fo.
Kortini verður talan um ein nøkunlunda fínan bil eftir standardum, sum søma seg einum landsstýrismanni ella løgmanni, og tað verða líka reglur fyri øll.
– Aðrastaðni er tað púra vanligt, at man hevur ráðharrabil. Hetta er eitt jú starv við einari ávísari tign, og tað skal avspeglast í bilinum, sigur Ester Dahl.
Hevur verið frammi fyrr
Hetta sama uppskotið um ráðharrabilar hevur verið skotið upp fyrr, og mann mælir nú til at gera tað eftir teimum reglum, sum vórðu skotnar upp í 2013. Løgmaður var sjálvur við til at viðgera upprunauppskotið í 2014, og vit hava spurt hann, hví tað bleiv felt.
– Tað vóru ymiskar meiningar, og tað bleiv væl og virðiliga viðgjørt. Niðurstøðan var, at tað vóru bæði fyrimunir og vansar fyri viðkomandi landsstýrisfólk, sigur Bárður á Steig Nielsen og vísir á ein av vansunum.
– Tey flestu hava ein bil framman undan. Og um mann so fær ein bil aftrat í túnið, hvat ger mann so við verandi bilin? Skal mann sleppa sær av við hann fyri síðan at fáa sær ein nýggjan, tá mann ikki er í landsstýrissessinum longur?
– Hitt var spurningurin, um tað er serliga fólksligt, at mann liggur og koyrir í einum ráðharrabili. Tað metti mann so ikki tá, at tíðin var búgvin til, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum ikki hevur broytt meining síðan tá.
– Eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar við at hava ein ráðharrabil. So mín holdningur er enn tann sami sum tá. Av tí at tey flestu av okkum hava bil framman undan, eru tað nokk færri fyrimunir enn vansar, sigur løgmaður.
Hóast tað ikki bleiv til nakað tá, so er sama uppskot komið aftur nú frá nevndini.
– Nú fari eg at taka álitið og innkalla formenninar í flokkunum á tingi fyri at vita, um teir ynskja at viðgera hetta í løgtinginum og gera nakrar broytingar, ella skal mann lata vera, um eingin undirtøka er, sigur løgmaður.