– Eg síggi ikki tey veiku her

Frimodt Rasmussen heldur, at verkfallið hjá pedagogunum rakar skeivt. Tí vónar hann, at partarnir fara til samráðingarborðið, so tað ikki verður neyðugt at fara til triðju viðgerð við uppskotinum frá landsstýrinum

– Hvar eru tey veiku? Eg síggi tey ikki.

 

Soleiðis spyr tingmaðurin Frimodt Rasmussen, sum hevur hugt út gjøgnum vindeyga í løgtinginum og yvir á Vaglið, har stórt mótmælistiltak hevur verið.

 

Frimodt Rasmussen skilir ikki, hví hetta verkfallið hjá pedagogunum skal ganga út yvir tey allar veikastu børnini. Hann sigur, at pedagogfelagið hevur tikið tey veikastu sum gíslar.

 

– Tað er brúk fyri pedagogunum, men vit mugu hugsa um, at tað eru nøkur, sum ikki klára seg sjálvi. Mann kann ikki bara biðja tey passa seg sjálvi, sigur hann og vísir á, at tey mugu fáa hjálp.

 

Hann heldur ikki, at hetta verkfallið er rætta loysnin.

 

– Fakfeløgini kalla verkfallið teirra sterkasta vápn. Tað er rætt, og tí skal tað lyftast við ábyrgd. Tann ábyrgdin liggur á fakfeløgunum við at geva undantøk, sigur Frimodt Rasmussen.

 

– Hvussu nógvir taparar skulu vera? Vit hava við menniskju at gera, sum hava serligan tørv, sigur hann.

 

– Hvussu nógv fólk skulu fáa skaða og seinárin av hesum? Hvat er tað, andstøðan vil? Skulu vit taka uppskotið aftur, so tað dregur út í átta dagar aftrat? spyr sambandstingmaðurin.

 

Frimodt Rasmussen heitir á partnarnar um at seta seg saman við samráðingarborðið.

 

– Ongantíð betur um vit finna eina loysn, so uppskotið ongantíð kemur til triðju viðgerð, sigur hann.

 

Men um eingin loysn verður funnin, so er hann fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

 

Høgni Hoydal er ósamdur og heldur, at mann eigur at verja rættin hjá pedagogunum at streyka, og í staðin fyri at viðgera hetta uppskotið, eigur mann at fara til samráðingarborðið.

 

– Tak hetta uppskotið aftur umgangandi, harra løgmaður, segði formaðurin í Tjóðveldi.