Ein samd floksleiðsla í Vinstraflokkinum stendur saman um sín formann, Lars Løkke Rasmussen, sum tí framvegis er fremsti avbjóðari til sessin sum fortsætisráðharri í Danmark.
Danskir miðlar og eygleiðarar hava í alt kvøld dúgliga gitt og mett um, hvat fór fram handan stongdu dyrnar á floksleiðslufundinum hjá Vinstraflokkinum, sum hevur verið hildin í Odense síðani seint seinnapartin.
Eitt nú kundi Danmarks Radio seint seinnapartin siga frá eini keldu, at Lars Løkke Rasmussen í kvøld fór at siga seg frá sum formaður fyri Vinstraflokkin. Eisini varð millum annað gitt, at fyrrverandi verjumálaráðharrin Søren Gade var ein avbjóðari til formanssessin saman við sitandi næstformanni, Kristiani Jensen.
Fundurin endaði fyri lítlari løtu síðani við greiða boðskapinum um, at Vinstriflokkurin stendur saman um formnnin Lars Løkke Rasmussen, sum framhaldandi skal leiða flokkin saman við næstformanninum Kristiani Jensen. Beint eftir leiðslufundin gjørdu leiðandi flokslimir í Vinstraflokkinum beinanvegin greitt, at floksleiðslan er samd um at veita sín fulla stuðul til formannin, ið síðstu vikurnar hevur verið í sonnum fjølmiðlastormi.
Tað var tó ein eyðmýkur Lars Løkke Rasmussen, sum tók orðið frammanfyri fjølmiðlunum fyri løtu síðani. Hann ásannaði, at flokkurin hevur verið í kreppu, og eisini hevur tikið skaða av tí, sum er hent síðstu vikurnar.
Á tíðindafundinum ásannaði Lars Løkke Rasmussen somuleiðis, at hann síðstu vikurnar hevur umhugsa at leggja frá sær.
– Eg eri greiður yvir, at eitt hvørt val hevur sínar avleiðingar. Og eg eri sannførdur um, at varð ein atkvøðugreiðsla um henda spurningin heima við hús, so hevði verið greiður meiriluti fyri at eg átti at lagt frá mær, segði Lars Løkke Rasmussen.
Eftir floksleiðslufundin tosaði Lars Løkke Rasmussen um týdningin av at endurvinna álitið frá veljarunum.
Síðani Ekstrablaðið 12. mai í ár avdúkaði, at Lars Løkke Rasmussen eitt tíðarskeið frá 2010 til 2011 lat Vinstraflokkin gjalda klæðir til sín sjálvs fyri tilsamans 152.000 krónur umframt eina familjuferiu, hevur floksformaðurin verið í politiskum ódnarveðri, ið kostaði flokkinum dýrt á valinum til Evropatingið.
Hetta málið fekk eyka vind í seglini, tí tað er bara tað seinasta í eini røð av málum, sum vísa eina stóra og óskipaða peninganýtslu hjá Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharra og andstøðuleiðara.
Og so hvørt sum alsamt fleiri, leiðandi limir í Vinstraflokkinum alment hava funnist at sínum formanni og enntá kravt hann frá, er flokkurin skramblaður niður í veljarakanningunum.
– Hart arbeiði stendur fyri framman. Vit skulu endurvinna veljarans álit, segði Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum fyri løtu síðani.
Sambært fyrstu reaktiónunum í donsku miðlunum kemur tað óvart á tey flestu, at Lars Løkke Rasmussen yvirlivdi floksleiðslufundin í kvøld, og at talan er um ein knúsandi sigur fyri floksformannin.