– Eg sleppi ikki málinum

Tingmaður vil hava at vita, hví landsstýrisfólk eru farin at seta floksfelagar í almennar nevndir og ráð í staðin fyri skikkað fólk

Høgni Hoydal vil hava greiðu á, hvønn leist landsstýrið brúkar, tá tey velja fólk í almennu nevndirnar. Men hann hevur trupult við at fáa svar frá landsstýrisfólki og nú eisini løgmanni.

Hann hevur áður sett Jørgen Niclasen fyrispurning, men tá tað svarið ikki var nøktandi, setti hann løgmanni sama spurning.

– Tað er løgmaður, sum hevur ábyrgdina fyri arbeiðinum hjá landsstýrisfólkunum, so hann má kunna svara, sigur Høgni Hoydal.

Men løgmaður hevur ikki svarað. Hann sigur, at spurningurin er ov fløktur at svara sum ein grein 52 fyrispurningur, og biður tí Høgna Hoydal seta spurningin sum ein skrivligan fyrispurning.

Tað hevur Høgni Hoydal ikki serligan hug til, tí tá verður tað til tað bera partapolitiskt runublakarí í Løgtinginum. Hann sigur, at spuringurin er sera einfaldur at svara, tí tað snýr seg bara um fakta, hvørjar persónar landsstýrisfólkini hava valt í nevndir og ráð.

Orsøkin er, at landsstýrisfólk í fleiri førum hava valt síni egnu partafólk í nevndir. Tað er ein skipan, sum farið var frá við stýrisskipanarlógini fyri 25 árum síðani. Tá vóru hesar nevndir partur av samgonguavtalunum.

Seinastu árini hava fólk verið sett eftir førleikum og ikki eftir, hvønn politiskan lit tey hava, sigur Høgni Hoydal.

Hann ætlar sær víðari til formansskapin í tinginum við hesum trupulleika, at landsstýrisfólk ikki vilja svarað spurningum frá tingfólkum og sláa tað upp gleins og speireka tingfólkini, sum seta fram spurningar. Tað gjørdi Jørgen Niclasen í sínum svari, sambært Høgna Hoydal, og hann er als ikki nøgdur við, at løgmaður heldur ikki vil svara.

– Løgmaður bað enn tá um longri tíð til at svara, so tey ikki noyddust at arbeiða við hesum um jólini. Tí hevði hann helst ætlað sær at svara, og hevur nú umbestemmað seg, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at hann ikki fer at sleppa málinum. Møguliga fer hann at seta spurningin sum ein skrivligan fyrispurning,ella kanska hann fer at seta spurningarnar fram í bitum sum grein 52 spurningar, sigur hann.

Tað sum Høgni Hoydal heldur vera heilt burturvið er, at Jørgen Niclasen hevur sett fyrrverandi tingfólk hjá Fólkaflokkinum í høgar nevndarsessir. Tað er fullkomiliga óhoyrt, heldur hann, og sipar til nýggja formannin í P/F Posta, Joen Magnus Rasmussen, sum sat á tingi fyri Fólkaflokkin fyri valið, men sum ikki stillaði upp, tí bróðirin, ið fekk so nógvar atkvøður til fólkatingsvalið, stillaði upp í staðin fyri og varð valdur. Joen Magnus Rasmussen og Uni Rasmussen eru brøður.

Umframt at seta floksfelagar í nevndina í Posta hevur Jørgen Niclasen eisini sett floksfelagar í nevndina í eitt nú Føroyar Tele og í Vága Floghavn, sigur Høgni Hoydal, sum fegin vil hava løgmann at greina hetta fyri tinginum.

Fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal var soljóðandi:

»Fyrispurningur um setanir í nevndir og ráð síðani løgtingsvalið 2019, setturløgmanni, Bárði á Steig Nielsen

(at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørjar limir í fastar nevndir, ráð, stýri og grunnar (almennar nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg og almenn partafeløg v.m.), hava løgmaður og tey einstøku landsstýrisfólkini sett síðani løgtingsvalið 2019 (Biðið verður um yvirlit fyri hvørt einstakt landsstýrisfólk og løgmann við nøvnum, bústaði, starvi, starvsroyndum, royndum/útbúgving, onnur størv í nevndum og ráðum v.m.)?

2. Hvørjar limir hava løgmaður og tey einstøkulandsstýrisfólkiniskift/ikki valt aftur, síðani løgtingsvalið 2019?

3. Hvør er sakliga grundgevingin í hvørjum einstøkum føri fyri hvønn persón, ið landsstýrisfólkini/løgmaður hava valt og fyri ikki at velja teir limir, ið hava sitið?

4. Hvør fyristingarlig viðgerð og skjalfesting av valinum er farin fram í hvørjum einstøkum vali og frávali, og hvør hevur í hvørjum einstøkum føri tilmælt at velja teir ávísu limirnar ella frávelja teir, ið ikki fingu afturval?

5. Hvørjir og hvussu nógvir av teimum limum, ið landsstýrisfólkini/løgmaðurhavavalt síðani løgtingsvalið 2019, hava sitið á tingi fyri flokkin, ið ávísa landsstýrisfólkið/løgmaður umboða?

6. Hvør hevur í fyrisitingarligu viðgerðini skotið upp og tilmælt teir limir, ið hava sitið á tingi fyri flokkin hjá landsstýrisfólkinum/løgmanni?

7. Er tað hent áður, at eitt landsstýrisfólk hevur valt fyrrverandi tinglimir úr egnum flokki í nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg ella almenn partafeløg –og um so er, hvørjar?

 

Viðmerkingar:

Landsstýrisfólkini og løgmaður umsita eina røð av nevndum, ráðum, stýrum og grunnum, umframt flestu almennu partafeløgini. Í tí sambandi velja tey limirnar í nógvar av hesum nevndum, ráðum, stýrum, grunnum og ikki minst í almennum partafeløgum, ið umsita stór virðir og týdningarmiklar uppgávur í landinum.

M.a. í koronutíðini hevur spyrjarin heft seg við, at útskiftingar og val av limum í nevndum, ráðum, partafeløgum og almennum partafeløgum eru farnar fram. Men ongin viðgerð ella grundgeving fyri hesum hevur verið at sæð í almenna rúminum. Til tess at fáa upplýsing um alt hetta verður fyrispurningurin settur landsstýrismanninum.«

Á Løgtingi,

15.desember 2020

Høgni Hoydal

Svarið frá løgmanni var soljóðandi:

##med2##