info
Ongi úrslit

– Eg taki av um flokkurin vil hava meg í landsstýrið

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins verður landsstýrismaður

Eirikur Lindenskov
8. apríl 2026 kl. 11:44

Tey eru øgiliga trek at siga nakað, fólkini sum standa fyri samráðingum um nýtt landsstýri. Men sum vit hava skrivað fyrr í morgun, so er samgonguskjalið liðugt, á málsøkini eru býtt millum flokkarnar.
Beinir Johannesen vil einki siga annað enn tað, at tíðindafundur verður í morgin, helst klokkan 10, har samgonguskjalið verður undirskrivað.
Greitt er ikki enn, um tað verða seks ella sjey aðalráð, men okkurt bendir á, at tað verða sjey aðalráð, og at Fólkaflokkurin skal hava tvey landsstýrisfólk umframt løgmann, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey landsstýrisfólk í part.
Bárður á Steig Nielsen verður annað av landsstýrisfólkunum hjá Sambandsflokkinum, hóast hann ikki vil svara greitt, tá vit spyrja hann, so váttar hann, at hann bjóðar seg fram og tekur av, um flokkurin vil hava seg til løgmann.
– Tað er tingmanningin hjá Sambandsflokkinum, sum tekur støðu til, hvør skal í landsstýrið fyri flokkin, sigur hann, og tí fær hann ikki staðfest, at hann sjálvur verður annað av landsstýrisfólkunum.
Men tað skal vera løgið, um flokkurin fer at nokta formanninum landsstýrissess, so tað mugu vit meta sum ein avgreiðsluspurning.
Spurningurin er so, hvør hitt landsstýrisfólkið hjá Sambandsflokkinum verður. Eitt boð kundi verið Eyðdis Hartmann Niclasen, sum fekk næstflestar atkvøður á valinum eftir formannin. So hevur flokkurin eisini javnstøðu.
Vit hava áður gitt, at Sambandsflokkurin eisini fær tingformannin. Tað vil Bárður á Steig Nielsen heldur einki siga um. Tað veldst sjálvandi um, hvussu málsøkini eru býtt millum flokkarnar, men í nógv ár hevur tað verið vanligt, at næststørsti flokkur – fær løgtingsformanssessin. Fellur tað Sambandsflokkinum í lut, so er Johan Dahl eitt upplagt boð til tað.
 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

42 minuttir síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

1 tími síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

1 tími síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

2 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

3 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

4 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

5 tímar síðan