Eg ætli mær at flenna meira

Kinna Poulsen, listaummmælari svarar spurningum um ársskiftið

Miðlahúsið hevur spurt ymisk fólk um, hvussu tey upplivdu 2017, og hvat tey vænta av 2018. Her svarar Kinna Poulsen.

 

Hvussu var 2017 fyri teg?
– Hetta hevur verið eitt heilt einastandi gott ár heilt frá byrjanini, tá eg í januar fekk til uppgávu at halda heiðursrøðu fyri Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku í Steinprenti, tá tey fingu eina veruliga uppiborna Heiðursgávu Landsins. Eisini eru heilar tvær bøkur hjá mær komnar út í ár, Listamál og Úr myrkrinum, og eg eri Sprotanum sera takksom fyri teirra stóra arbeiði hesum viðvíkjandi.


Hvør var besta upplivingin í 2017?

– Tað allarbesta er helst tað, at sonurin hevur tað gott, at hann trívist í skúlanum og so framvegis. Eg havi havt sera nógvar góðar og stuttligar løtur í 2017 saman við vinfólkum og familju; millum annað var eitt lívsjáttandi summarbrúdleyp á skránni, og á arbeiðsplássinum í Hoydølum var hetta enn eitt gott ár við fittum næmingum og starvsfelagum. Haldi eisini, at bókmenta- og listaparturin av G! Festivalinum var framúr góður og listarliga inspirerandi í ár. Eg upplivdi nógvar framúrskarandi listaframsýningar í ár, men tað besta var kanska tað, at bókin hjá mær um Tórodd Poulsen loksins kom út, og at hon varð væl móttikin.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017?
– Eg var innløgd fleiri ferðir, tað var eitt sindur keðiligt at verða innløgd ólavsøkuaftan, men ólavsøkudag eydnaðist allíkavæl at koma í føroysku klæðini, at uppliva yrkingalestur í Steinprenti, at fáa nátturða frá Beggu og at vitja John og Erlu – alt tað heila við góðum práti afturvið, so tað gjørdist ein góð ólavsøka allíkavæl.

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018?
– Eg kundi á ein hátt hugsað mær at arbeitt minni, men tá so nógv spennandi gongur fyri seg innan listina, er ikki lætt at fáa dampin niður. Nei, eg haldi, at eg seti mær fyri at flenna nógv í komandi ári og so ynski eg okkum øllum eitt gott ár.