- Hetta kann ikki passa. Eg eri málleysur.
Jens Marni Hansen hevur fingið sína lívs tónleikauppgávu. Hann skal hita upp fyri amerikanska rockbólkin Bon Jovi, sum hevur konsert í Parkini í Keypmannahavn 6. juni. Jens Marni fekk boðini, tá ið hann var gestur í sending hjá Rás2 í Klaksvík, og hann var púra ovfarin.
- Hetta mann verða tað størsta, sum er hent í míni tónleikakarrieru, segði hann.
- Tú kanst droyma um at fáa eina uppgávu av hesum slagnum, men tað virkar fullkomiliga óveruligt at eg skal hita upp fyri Bon Jovi.
Útvaldur í USA
Tað var Ekstrablaðið, sum í samstarvi við Bon Jovi, fyriskipararnar Live Nation og útvarpsstøðina FM100, skipaði fyri kappingini um at blíva upphitingarbólkur hjá Bon Jovi í Parkini.
Stórur áhugi var fyri kappingini, og heili 60 bólkar sendu tilfar til kappingina. Ein dómarabólkur við umboðum fyri Ekstrablaðið, Live Nation og FM100 fóru ígjøgnum innsenda tilfarið saman við tónleikaranum Jacob Binzer og framleiðaranum Flemming Rasmussen.
Dómarabólkurin valdi fimm av innsendu bólkunum burtur úr rúgvuni, og tilfar hjá hesum bólkum var síðani sent til Bon Jovi leguna í USA, har endalig avgerð skuldi takast um, hvør av teimum fimm skuldi hita upp fyri Bon Jovi.
Valið hjá Bon Jovi fall á kollfirðingin Jens Marna Hansen, sum nú hevur fingið sín lívs kjans at framføra á konsert hjá einum av heimsins størstu rockbólkum.
Sum ein lutaseðil
38 ára gamli Jens Marni Hansen hevur verið virkin tónleikari, síðani hann bleiv tannáringur. Hann hevur spælt í nógvum ymiskum samanhangum – bæði sum solistur og í bólkum. Hann hevur eisini havt stórar konsertir og uppgávur áður. Eitt nú hitaði hann upp fyri Bryan Adams á Tórsvølli á sinni, og Jens Marni hevur eisini luttikið í danska Grand Prixnum.
Men hóast tað hava verið stórar upplivingar, kann tað ikki metast saman við nýggju uppgávuna, sum Jens Marni hevur fingið.
- Hetta er størsti møguleiki, sum eg havi fingið, og eg eri í grundini púra paff, sigur Jens Marni.
Gudmundur Djurhuus, sum virkar sum umboðsmaður hjá Jens Marna, tók stig til, at tilfar við Jens Marna varð sent til kappingina hjá Ekstrablaðnum.
- Eg segði við hann, at tað tímdi eg ikki, tí eg hevði ongan kjans at vinna eina sovorðna kapping. Eg roknaði við, at tað fóru at koma eitt ótal av tilmeldingum, og so hevði eg bara blivið burtur í rúgvuni, greiðir Jens Marni frá.
- Gudmundur helt, at hann vildi royna, og eg segði, at tað var í lagi. Tað var sum at keypa ein lutaseðil, men hetta var ein ógvuliga góður vinningur, sigur Jens Marni.
Taka Parkina við storm
Jens Marni Hansen gav fyrr í ár sína aðru solofløgu út, og tað verða sangir av hesi útgávu og av tí fyrru, sum hann fer at spæla í Parkini. Jens Marni fær tillutað ein hálvan tíma at spæla, áðrenn høvuðsnavnið á kvøldinum, Bon Jovi, kemur á pallin.
- Eg fari at spæla teir lívligu sangirnar, so vit kunnu taka Parkina við storm, sigur Jens Marni.
- Nú byrja so tær praktisku fyrireikingarnar. Eg skal manna bólkin, sum skal spæla saman við mær, og vit skulu venja sangirnar. Eg rokni við, tað verða bæði føroyskir tónleikarar og onkur danskur tónleikari í bólkinum.
Jens Marni heldur, at framførslan í Parkini kann verða ein gyltur møguleiki hjá honum at koma víðari.
- Hetta er ein stórur kjansur at fáa, og hann kann eisini føra til okkurt meira. Eg ætli mær í øllum førum at geva eina so góða framførslu, sum yvirhøvur gjørligt, og so fáa vit at síggja, hvat tað kann blíva til eftir tað, sigur Jens Marni.
Hann stúrir ikki fyri at fara á pall í Parkini frammanfyri ein risastórari mannfjøld.
- Nei, tað stúri eg ikki fyri. Eg ælti mær at njóta tað og fáa tað besta burturúr.