-Eg trúgvi ikki upp á eina semju

Hóast bæði Tjóðveldisflokkurin og fakfeløgini ynskja, at partarnar á arbeiðsmarknaðinum sjálvir finna fram til semju um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum, so er Jan Mortensen rættiliga ivasamur. Hann sigur, at fakfeløgini ikki ynskja nakra semju, tí royndirnar hava víst, at tað er ógjørligt at semjast.

Í farnu viku kom rættiliga ferð á málið um nýggja lóggávu á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið um fastan gerðarrætt og víðkaðir heimildir til Semingsstovnin kom rættiliga á breddan hjá flestu fjølmiðlum, tí ósemja hevur stungið seg upp millum teir stóru samgonguflokkarnar, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin.
Bæði Hergeir Nielsen og Torbjørn Jacobsen søgdu seg ikki kunna taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm. Teír róðu báðir fram undir, at tað var av alstórum týdningi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum vórðu tiknir meira við í viðgerðina av málinum
Í viðtalu við Sosialin hava bæði Bjarni Djurholm og stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, áður víst á, at partarnir megna ikki at finna fram til eina semju um loysn á arbeiðsmarknaðartrætum, og tí er neyðugt við lóggeving á økinum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, segði í Sosialinum leygardagin, at hóast ósemja er millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, so ætlar hann kortini at arbeiða víðari við málinum, sum avrátt varð á landsstýrisfundi seint juni mánaði.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, metti, at málið átti at komið aftur á landsstýrisborð, tí orsaka av framferðini hjá Bjarna Djurholm, hevði málið fingið serstakliga óhepnað byrjan.
Hvussu verður og ikki, so er greitt, at uppskotið um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum ikki bara hevur elvt til ósemju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men eisini innanhýsis millum samgonguflokkarnar.

Ilt við trúgva upp á semju
Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen fylgir sum verða man væl við gongdini í málinum kjakinum. Bæði Gunnleivur Dalsgarð og Ingeborg Vinther hava bæði verið frammi í fjølmiðlunum, og sagt, at partarnar á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skulu finna fram til eina semju um, hvussu trætir á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast í framtíðini.
Tjóðveldisflokkurin tykist nú taka undir við hesum sjónarmiðjum hjá Gunnleivi og Ingeborg. Jan Mortensen, ið umboðar arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum, er kortini rættiliga ivasamur.
? Sjálvsagt er tað møguligt, at vit finna eina semju innanhýsis, men royndirnar siga mær so mikið, at tað letur seg ikki gera, og tískil trúgvi eg ikki upp á eina semju millum partarnar um hetta mál, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.

Hann sigur, at tað tykist sum um fakfeløgini ikki ynskja nakra semju, tí fleiri
bólkar hava arbeitt við líknandi uppskoti, sum landsstýrismaðurin arbeiðir við í løtuni, men arbeiðið er hvørja ferð dottið niðurfyri.
Jan Mortensen nevnir fundarpening sum eina orsøk til, at fakfeløgini tóku seg úr nevndararbeiðinum, og tað sigur honum so mikið, at tey grundleggjandi ikki ynskja nakra semju á økinum.
Tá vit spyrja hann, um tað nakrantíð var talan um veruligar samráðingar, svarar hann, at tað er torført at samráðast við ein part, ið ikki kann góðtaka nakra aðra loysn, enn sína egnu.
?Uppskotini, ið hava verið løgd framm, hava aldrin hóska fakfeløgunum, og tað má verða ein staðfesting av, at tey ongan hug hava til at gera nakað. Støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum minnir um hana hjá teimum londum, ið hava óskipað viðurskiftið á arbeiðsmarknaðinum. At viðurskiftini halda á við at verða óskipað, kemst av, at annar parturin ikki ynskir broytingar, og tað líkist støðuni í løtuni í Føroyum, greiðir Jan Mortensen frá.

Onga viðmerking til ósemjuna í samgonguni
Formaðurin í Vinnuhúsinum hevur ongar viðmerkingar til politiska rumbli, ið hevur stungið seg upp í farnu viku millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, og sigur bert, at Vinnuhúsið fylgir tætt støðuni.

Spurdur, um hann hevði sett seg ímóti, at ein bólkur, umboðaður av báðum pørtum á arbeiðsmarknaðinum, hevði sett seg niður aftur og roynt at funnið fram til eina semju um loysn á trætum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, svarar Jan Mortensen, at tað verður støða tikin til, tá verður aktuelt.