3. desember verður Altjóða brekdagur hátíðarhildin í Føroyum, tá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, MBF, skipar fyri einum tiltaki í Løkshøll í Runavík. Høvuðspersónur á degnum er 30 ára gamli danin Jacob Nossell, ið fer at halda ein fyrilestur um hvussu tað er at liva við avbjóðingum.
Í Danmark er Jacob Nossell kendur sum fyrilestrarhaldari, skemtari og ráðgevi innan brekøkið. Síðan 2005 hevur hann varpað ljós á umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, og hevur hann gjørt tað gjøgnum sjónvarpssendingar, leikir, framløgur og ymiskar verkætlanir.
Millum annað er hann kendur fyri, at viðgera hvat tað merkir at bera eitt brek. Hann metir nevniliga, at eingin er fullkomin og øll bera okkurt brek. Hjá nøkrum er tað bara meira sjónligt enn hjá øðrum, meðan tað hjá øðrum vanliga ikki verður roknað sum eitt brek.
- Vit hava øll okkurt, ið vit stríðast við. Tað brekið eg beri er bara sera sjónligt og týðiligt. Men eg havi spurt meg fyri um støðuna í Føroyum, og eg veit, at føroyingar eisini stríðast við ymiskt í lívinum, so sum einsemi, strongd o.a. Tað er eisini eitt slag av breki. Eg trúgvi, at vit øll bera eitt brek. Mítt er bara meira sjónligt og týðiligt enn hjá øðrum, sigur Jacob Nossell, ið hevur cerebral parese.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Jacob Nossell í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.