Tað sigur Sjúrður Skaale í svari til Anfinn Kallsberg, sum í Radarinum í Kringvarpi Føroyar segði, at tað var embætismaðurin Sjúrður Skaale, sum av sínum eintingum – og í øðini – skrivaði út fólkaatkvøðu um fullveldi eftir miseynda samráðingarfundin við donsku stjórnina um fullveldi í 2000.
Í sendingini í útvaprinum mikudagin segði Anfinn Kallsberg soleiðis:
– Sjúrður Skaale var farin út aftan á seinasta umfar í samráðingunum og hevði erklerað, at nú fara fara vit heim at halda eina fólkaatkvøðu um at taka sjálvstýri. Hann hevði einki politiskt belegg frá tí frá samráðingarnevndini. Ið hvussu er ikki frá mær. Men fyri at redda stumparnar har niðri tað kvøldið, so valdu vit at halda hondina yvir honum, og søgdu, at vit fara vit heim og halda eina fólkaatkvøðu, segði Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður.
Men hetta vil Sjúrður Skaale ikki kennast við. Hann sigur, at Anfinn Kallsberg minnist skeivt, sera skeivt. Hann sigur eisini, at Anfinn Kallsberg ikki hevur lisið bókina, at hann blandar í dagfestingum.
– Tað hevði verið ein absurd støða, um eg sum embætismaður hevði lýst fólkaatkvøðu í Føroyum, og landsstýrið síðani formliga hevði skrivað út hesa somu fólkaatkvøðu – bara fyri at verja meg...
– Og um fólkaatkvøða bleiv útskrivað “av tilvild” meðan Anfinn Kallsberg var løgmaður, hevði hann verið ein sera veikur leiðari, sum einki tamarhald hevði á nøkrum, sigur Sjúrður Skaale.
Alt svarið hjá Sjúrði Skaale kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER