- Eg vóni, vit kunnu egna við makreli

- Nú kunnu vit enn einki siga um, hvussu verður við makrelinum fyri komandi ár, men vit fingu ta fatan í summar, at russar avgjørt eru áhugaðir í at fáa makrel í býti við tosk, nú Føroyar ongan svartkjaft hava at lata, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

AVTALA

Nú avtalur eru gjørdar millum strandalond um svartkjaft og norðhavssild, er greitt, at føroyska svartkjaftakvotan, sum í ár var eini 130.000 tons, í komandi ári bert verður sløk 10.000 tons. Eisini er føroyska kvotan av norðhavssild minkað úr 76.000 tonsum niður í 51.000 tons. Orsøkin til hesar niðurskurðir eru ikki eitt verri býti fyri Føroyar, men tí, at mett verður, at serliga svartkjaftastovnurin er sera illa fyri.
Eitt er, at nótaskipini kunnu koma at liggja meiri í komandi ári orsakað av hesum skerjingum. Annað er, hvussu tað fer at eydnast Føroyum at samráða seg fram til býtisavtalu við russar um tosk í Barentshavinum, tá vit ongan svartkjaft hava at lata teimum.
Í verandi avtalu fyri 2010 lata Føroyar russum umleið 85.000 tons av svartkjafti og eini 14.000 tons av makreli afturfyri tosk úr russiska partinum av Barentshavinum.

Hevur vónir
Hvussu leikur fer í samráðingum millum standalondini um makrelin fyri 2011, er ógjørligt at siga í løtuni. Tveir fundir hava verið í London, og ætlandi verður hin triði fundurin í Noregi seinni í hesum mánaðinum.
Sum skilst, hava partarnir flutt seg ógvuliga lítið á teimum báðum fundunum sum hava verið.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at meðan ES kanska er farið at skilja føroysku sjónarmiðini í makrelspurninginum eitt lítið sindur betri, er ikki líkt til, at Noreg í løtuni hevur hug at flyta seg tað minsta.
- Alt bendir tí á, at hetta enn einaferð verða torførar samráðingar, har trupult verður at sannføra hini londini um, at Føroyar eiga ein frægari part av makrelinum.
Tann stóri og torføri spurningurin seinastu tíðina hevur verið, hvussu Føroyar kunnu tryggja sær eina avtalu við russar, nú vit ongan svartkjaft hava at lata russum.
Samráðingar um sínámillum fiskiveiðirættindi millum Føroyar og Rusland verða eisini seinni í hesum mánaðinum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur, at tað einasta, vit kunnu bjóða russum, er makrelur.
- Men makrelur hevur eisini verið ein partur av býtishandlinum millum londini í fleiri ár, sigur hann.

Góð søluvøra
Ivi hevur verið reistur í Føroyum um, hvørt russar munnu fara at skoyta um føroyskan makrel í býti við tosk, um Føroyar ikki vilja skriva undir strandalandaavtaluna í ár heldur og kanska enn einaferð fara at áseta sær eginkvotu fyri 2011.
- Nú kunnu vit enn einki siga um, hvussu verður við makrelinum fyri komandi ár, men vit fingu ta fatan í summar, at russar avgjørt eru áhugaðir í at fáa makrel í býti við tosk, nú Føroyar ongan svartkjaft hava at lata.
Jacob Vestergaard vísir á, at gjøgnum fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at føroysku nótaskipini hava kunnað fiskað út við 60% av okkara makrelkvotu, og síðan hava vit latið russum umleið 40% av kvotuni í býtishandli fyri tosk úr Barentshavinum.
- Vit hava sum so bara latið russum makrel og fingið tosk afturfyri. Tann makrelur, vit hava latið eitt nú Noreg og ES, er gjarna komin aftur til Føroyar sum makrelur frá teimum. So, makrelhandilin millum Føroyar og ávikavist Noreg og ES hevur mest sum staðið upp og niður, sum landsstýrismaðurin tekur til.
Føroyar hava nokk eisini latið smávegis nøgdir av makreli til Íslands.
- Eg vóni, at vit í samráðingunum við russar, sum nú liggja fyri framman, kunnu egna teir við makreli í staðin fyri við svartkjafti, sigur Jacob Vestergaard.