? Eg vænti mær avgjørt eitt heiðurligt úrslit

Hóast broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum ikki eru á dagsskránni hesaferð, so verður málið tikið upp. Forsætisráðharrin hevur biðið Landsstýrið kunna seg um málið, og tað fara vit eisini at gera, sigur løgmaður.

Í gjár fóru føroysku umboðini, sum skulu luttaka í samráðingunum við donsku stjórnina, til Danmarkar.

Tey eru ikki so nógv í tali, bert fimm umboð fyri Landsstýrið og tvey ella trý embætisfólk.

Fyri Landsstýrið eru tey Anfinn Kallsberg, løgmaður, Helena Dam á Neystabø, almanna- og heilsumál, Karsten Hansen, fíggjarmál, Høgni Hoydal, lógarmál, og Signar á Brúnni, mentamál. Embætisfólkini Rúni Joensen, løgmansfulltrúi, og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, eru eisini við á ferðini.

Anfinn Kallsberg segði við Sosialin beint áðrenn avstaðferðina í Vágum, at hann ikki kendi dagsskránna, men at hann hevði vónir um góðar, konstruktivar samráðingar.

Samráðingarnar byrja á middegi í dag í forsætisráðnum, har Poul Nyrup Rasmussen bjóðar morgunmat, og halda síðan fram í fíggjarmálaráðnum. Hvørt samráðst verður meira enn ein dag, visti løgmaður ikki at siga.

Hvørjar vónir hevur tú til úrslitið av samráðingunum?

? Eg vænti at vit fáa konstruktivar samráðingar, men eisini at tær verða strævnar, av tí at vit hava við stórmál fyri Føroyar at gera.

Av tí at donsku bløðini nevna málið um loysing ella broytingar í ríkisfelagsskapinum í sambandi við samráðingarnar, spurdu vit uppaftur, um hetta mál var á skránni?

? Av tí at Poul Nyrup Rasmussen hevur biðið okkum kunna seg um ætlanirnar sambært samgonguskjalinum um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, verður málið tikið upp á fundinum, men talan verður ikki um realitetssamráðingar, sigur Anfinn Kallsberg, og leggur afturat, at hann væntar sær avgjørt eitt heiðurligt úrslit, og tað vónar hann eisini verður veruleiki.