- Tá eg merkti, hvussu høgra síða á øllum kroppinum var lamin, hugsaði eg, at nú fór eg ongantíð at sita í flogskiparaklivanum aftur. Tann tankin var alt annað enn góður.
Tað sigur 38 ára gamli René Askham, flogskipari, sum fyri sjey árum síðani misti flúgviprógvið orsakað av einum blóðtøppi.
Blóðtøppurin, sum René Askham fekk, var nær við at seta eitt endaligt punktum fyri hansara karrieru sum flogskipari. Læknarnir hava ongantíð funnið útav, hví hann fekk blóðtøppin.
- Eg havi hugsað rættiliga nógv um, hví eg fekk ein blóðtøpp. Eg sum altíð havi livað eitt vanliga heilsugott lív, eri ikki yvirvektigur, royki ikki og havi altíð gjørt eitt sindur av ítrótti. Men hvørki eg ella læknarnir vita, hví eg fekk ein blóðtøpp, sigur René Askham.
- Gongdin, frá tí eg bleiv sjúkur og fram til í dag, hevur lært meg, at tað loysir seg at vera treiskur og kempa fyri tí, mann vil, sigur René Askham, sum aftaná sjey ár við miðvísari endurvenjing endiliga kundi seta seg aftur í flogskiparaklivan í einum av flogførinum hjá Atlantsflogi 3. november í ár.
Les alla samrøðuna við René Askham í Sosialinum hetta vikuskiftið ella trýst her