Hóast hann merkti mótstøðu heldur enn stuðul fyrstu árini, tá ið hann valdi tónleikin fram um tað mesta, var einki at gera. Stanley Samuelsen hevði funnið sína verð, og við árunum hevur hann leitað longur og longur inn í hesa verð, sum hevur givið honum endaleysar møguleikar at úttrykkja seg. Og hann hevur hildið fast um tónleikin, hóast tað stundum hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka saman.
- Fyrstu árini var tónleikurin eitt frítíðarítrív, men so við og við fylti tónleikurin meira og meira í mínum lívi. Skúlagongdin, eg havi havt, og arbeiðini, eg havi tikið á meg, hava meira verið fyri at fáa endarnar at røkka saman, so eg kundi spæla tónleik, sigur Stanley Samuelsen.
Síðani hann var 11 ára gamal hevur hann sín gittar sum fylgisneyta á lívsleiðini, og í longum tíðarskeiðum hevur hann livað heilt ella lutvíst av tónleiki.
- Tónleikurin hevur tikið meg inn í sína verð, og eg eri blivin førdur djúpari og djúpari inn í eina verð, sum bjóðaði mær markleysar møguleikar at úttrykkja meg bæði tekniskt og kensluliga. Hetta hevur verið og er framvegis mín drívmegi, sigur Stanley.
Bakgrundin
Stanley Samuelsen er ættaður úr Fuglafirði. Hann var yngstur av 12 systkjum, og pápin, ið var sýslumaður, doyði longu, tá ið Stanley var hálvt ára gamal.
Stanley byrjaði sum ungur drongur at spæla tónleik. Ein beiggi hansara kom úr Grønlandi við einum gittara, sum hann hevði keypt til Stanley, sum tá var 11 ára gamal. Tað gingu ikki tvey ár, so spældi Stanley fyri fyrstu ferð alment og varð næstu árini partur av kenda beatbólkinum Silly Boys.
Stanley fór av landinum longu sum 19 ára gamal, tá ið hann skuldi vitja ein bróðurson í tvær vikur. Stanley dámdi so væl í Danmark, at hann valdi at búseta seg har, og hann hevur búð har í meira enn 40 ár. Hann hevur tó øll árini varðveitt sítt tætta samband til Føroyar. Hann hevur sungið og spælt her, og hann hevur givið tónleik út við føroyskum yrkingunum.
Í Danmark gjørdist Stanley eisini virkin sum tónleikari, og í longum tíðarskeiðum hevur hann livað av tónleiki. Stanley hevur spælt í ymiskum bólkum og samanhangum, men seinnu árini hevur hann verið alt meira frammi sum solistur, hóast hann stundum eisini framførir saman við øðrum tónleikarum.
Ein partur av tónleikayrkinum hjá Stanley hevur verið í politiskum samanhangi, tí í nógv ár spældi Stanley til tiltøk hjá danska Javnaðarflokkinum og arbeiðarasrørsluni. “Den Udødelige Duo” kallaðu hann og Nis P. Jøgensen seg, og í 1992 fingu teir mentanarvirðislønina hjá LO – donsku fakfelagsrørsluni.
Her heima bleiv Stanley av álvara blivin eitt av stóru nøvninum í fólkatónleikinum, eftir at hann í 1999 gav sína fyrstu solofløgu við føroyskum yrkingunum. Ein av sangunum á hesi útgávu var stóra hittið hjá honum, Um eg kundi kvøðið. Síðani hevur Stanley givið fleiri solofløgur út. Fyri kortum kom fløgan Oktobir við yrkingum eftir Janus Djurhuus, og nú um dagarnar vórðu sangir hjá George Harrison, sum Stanley og dóttirin Astrid hava spælt inn, útgvinir talgilt á internetinum.
Krevjandi
Lívið sum tónleikari kann stundum verða krevjandi og óvist, og tað hevur Stanley eisini ásannað hesi árini.
- Tað hevur til tíðir verið ein stór avbjóðing at fáa tað peningaliga at hanga saman við at liva av tónleiki, og samstundis hava eina familju. Sum tónleikari veitst tú bara, hvørja inntøku tú hevur havt, og ikki hvørja inntøku tú fert at fáa frameftir. Uttan hollan stuðul frá konu míni, Merete, sum hevur tikið sær av tí praktiska partinum av mínum avtalum seinnu árini, hevði tað als ikki kunnað latið seg gjørt at hava ta solokarrieru, sum eg havi nú, sigur Stanley.
- Eg havi ongantíð veruliga ivast í mínum vali at vera tónleikari, hóast tað stundum hevur verið strævið at fáa tað at bera til. Tá ið tað hevur gingið illa við at fáa inntøkur av tónleikunum, havi eg tikið mær arbeiði fyri at fáa alt at ganga upp. Og onkuntíð havi eg arbeitt og havt fult program sum tónleikari. Men eg havi ongantíð viljað slept tónleikinum, tí hann hevur havt mest at siga fyri meg. Arbeiðini havi eg havt fyri at sleppa at spæla tónleik.
- Hinvegin er lívið sum tónleikari eisini eitt sjálvstøðugt lív, og eg havi sjálvur avgjørt, hvørja leið lívið skuldi taka. Hetta hevur kravt av mær, at eg skuldi gera upp við meg sjálvan, hvat í lívinum er týdningarmikið, og hvat eg skal lata liggja, so at siga.
Stanley hevur eisini í tónleikaligum samanhangi torað at valt og vrakað. Hann hevur gingið sínar egnar leiðir, hóast tað ikki altíð hevur verið tað lættasta.
- Eg havi verið við í onkrum bólkum ella samstørvum, sum hava givið góðar inntøkur, men sum ikki hava givið mær tað stóra persónligt ella tónleikaliga. Og tá havi eg torað at valt tað frá og heldur valt mítt egna.
- Mín tíð sum tónleikari hjá fakfelagsrørsluni var long, kanska ov long. Í eini 10-12 ár spældu eg og Nis P. Jørgensen til øll hugsandi tiltøk. Vit koyrdu einar 60.000 kilometrar um árið og høvdu 3-4 framførslur hvørja viku. Til endans kundu vit seta okkum í bilin her á Sælandi og koyra til Jútland uttan at siga eitt orð. Vit høvdu sæð alt fyrr, vit høvdu kjakast um tað mesta, og í grundini var tað sami túrur, sum vit koyrdu umaftur og umaftur.
- Kanska skuldi eg havt torað fyrri at valt mína solokarrieru fram um tað, men møguliga hevði eg ikki sjálvsálit til tað júst tá, og samstarvið við Nis gav eisini eina góð inntøku, meðan børnini vóru smá. Og ein eftirrationalisering førir ikki til nakað gott, so eg góðtaki, at eg valdi, sum eg valdi, sigur Stanley.
Má gera vart við seg
Eftir eina langa yrkisleið sum tónleikari, verður sumt lættari at liva við og av, men tað krevur framhaldandi nógv av einum royndum tónleikara at standa seg í kappingini í tónleikaheiminum.
- Tað skal eitt ógvuliga miðvíst og áhaldandi arbeiði til fyri at fáa spælingar, ið kunnu geva eina inntøku, sum tað ber til at liva av. Størsta arbeiðið liggur í at gera vart við seg, siga frá, at eg eri til og havi nakað at bjóða fram, tí kappingin í tónleikavinnuni er hørð, og tað er ein ørgrynna av dugnaligum tónleikarum, sum bjóða seg fram allastaðni og allatíðina, sigur Stanley.
Hóast tað praktiska stundum fyllir nógv, er tað tann kreativa prosessin, sum hevur mest at siga fyri Stanley.
- Tær bestu løturnar sum tónleikari er tann skapandi prosessin. At hava eina góða yrking ella tekst at seta lag til. Eg yrki ikki nógv sjálvur, men tá tað eydnast at gera ein sang, sum eg eri nøgdur við, er tað ein heilt serlig kensla. Og tá ið eg so fái viðurkenning fyri tað arbeiðið, sum verður lagt í framførslurnar og útgávurnar, gevur tað mær eina kenslu av at verða á rættari leið.
- Tað hevur eisini verið gevandi at kunna ferðast nógv við tónleikinum. Eg havi spælt í nógvum ymiskum londum gjøgnum árini, og tað hevur givið mær møguleikan at hitta nógv spennandi fólk, fáa góðar vinir víðahvar og uppliva nógv gott og spennandi, sigur Stanley.
- Eg havi eisini altíð roynt at fokusera upp á tað positiva og tað góða, og so hevur alt hitt eisini borið til. Hevði eg dyrkað tað negativa og vansarnar, so var eg helst langt síðani givin sum tónleikari.
Privilegium
Tað er næstan liðin ein hálv øld, síðani Stanley hevði sína fyrstu almennu framførslu sum tónleikari, og hann er fegin um, at hann hevur fingið møguleikan at brúka so nógva tíð upp á tónleik heldur enn at velja sær onkra lættari lívsleið við tryggari inntøku og føstum karum.
- Tá ið eg var ungur, var eg sum so ikki biðin um at halda fram sum tónleikari. Tað var kanska heldur mótstøða enn stuðul fyri tónleikinum, men seinni í lívinum hevur familjan hjá mær givið mær allan tann stuðul, sum eg havi havt brúk fyri.
- Eg síggi tað sum eitt privilegium at hava havt møguleikan at brúka meginpartin av mínum lívi upp á tónleik. Eg havi valt og havt møguleika til at brúka stóran part av míni tíð upp á tað, sum eg brenni fyri. Og fyri meg verður tað ikki størri, enn tá fólk siga við meg, at onkur sangur hjá mær hevur nomið teirra hjørtu. Og eg verði altíð glaður, um fólk hava havt eina góða uppliving á konsert hjá mær, sigur Stanley Samuelsen.
***
Fakta
Navn: Stanley Samuelsen
Aldur: 62 ár
Bústaður: Birkerød, Danmark
Soloútgávur:
Um eg kundi kvødið (1999)
Sól og Regn (2005)
Tíðin rennur (2008)
Alle Hjertets Sange (2011)
Stanley Live (2011)
Oktobir (2013)