Vit prenta fyrra part av frásøgn, sum hevur staðið í Jólaboð
Í 1946 var eg tveir túrar við Norðbúgvanum. Hans Pauli Johannesen var skipari. Í mai 1947 kom Jóannes Patursson á Havnina. Tað var p/f Uvak, sum læt hann byggja í Beverly í Onglandi. Hans Pauli bleiv skipari á honum, og eg bleiv ein av manningini.
Í november 1951 varð Jóannes Patursson seldur til Klaksvíkar til Kjølbro, og tann 21. november fekk eg skipsboð. Vit fóru av Klaksvík tann 27. november, og leiðin gekk til Noregskystina á ísfiskaveiði. Men har var lítið at fiska, so vit fóru ikki til Grimsby at selja, sum annars var ætlað, men fóru inn í Vardø. Hans Pauli var ein maður, sum fekk so mangt at bera til, og tá ið vit høvdu lagt at bryggjuni, fór hann í land. Hann var skjótur umborð aftur og gav boð um at fara at rigga til at gera reint í lastini. Salt skuldi koma umborð, og fiskurin skuldi verða saltaður í aftasta kubba. Ryggir og høvd skuldu ikki fyri borð, fyrr enn vit vóru komnir út um sjómarkið. So bleiv gjørt. Tvey flekiborð, avhøvdingarkrakkar og annað bleiv riggað til í lastini og farið varð til arbeiðis. Tað varð eitt øgiligt arbeiði, vit høvdu av tí fiski, og sovorðnum fesji, sum har var. Tílíkt havi eg ongantíð upplivað, hvørki fyrr ella seinni. Aftasti kubbi bleiv fullur, men um vit fingu nakað serligt fyri stríðið, fekk eg ongantíð at vita.
Vit lógu aftan fyri eitt norskt verjuskip, og har gekk alla tíðina ein vaktarmaður við riflu aftur og fram á bryggjuni. Nú einaferð fer ein maður frá okkum upp úr lastini til eitt ella annað. Tá ið hann kemur upp á dekkið, hoyrir hann eitt bums. Hann hyggur fyri borð og sær, at nú er tað maðurin við rifluni, sum er gliðin og dottin niðurímillum, – har var alt tann beri ísur. Skjótt varð borið at, og maðurin bleiv bjargaður.
Morgunin eftir fór verjuskipið út, og tá stóð øll manningin tvørtur við lúnningini og gjørdi »honnør« fyri okkum, og teir heilsaðu eisini við floytuni.
Tá ið vit vóru lidnir at reinsa, varð útgerð keypt til nýggjan túr, og so varð farið útaftur til Noregskystina at fiska; men fiskiskapurin var ikki góður. Á midnátt átti eg frívakt. Eg hevði koyggju í kahúttini og hevði lagt meg, tá ið eg hoyrdi, at har ruggaði ikki rætt á dekkinum. Eg leypi úr koyggjuni, smoyggi meg í buksur og stivlar – gevi mær ikki stundir at fara í hosur – og so fram á dekkið. Komin fram á dekkið, síggi eg, at posin er fullur, og at ein maður roynir at binda posalínuna fyri. Hugsaði, hvat har mundi vera, men sá tá ígjøgnum meskarnar, at ein mina var í posanum. Henni máttu vit sleppa frá og tað beinanvegin. Ein avkappari bleiv vavdur í ein bátshaka, og posin varð við bumminum hivaður út um lúnningina. So bleiv bakkað við fullari ferð og skorið á posan, so hann skrædnaði.
Við hesi hendingini var tað nakað líknandi, sum tað stendur í Orminum Langa: »Hetta frættist víða um land«. Tað hendi jólanátt, og annan dag sigldu vit til Grimsby at selja. Heima við Gjógv dansaðu børn og vaksin um jólatræ í dansistovuni 2. jólakvøld, og meðan dansað verður, kemur Karl Anton – pápi Føroya biskup – og sigur við konu mína, at hann hevur hoyrt, at nú siglir Jóannes Patursson til marknað, og at tað var til Grimsby.
Úr Grimsby fóru vit beinleiðis aftur til fiskiskap og ikki til Føroya ímillum. Vit royndu um somu leiðir sum frammanundan. Túrurin bleiv hampiligur, og vit seldu aftur í Grimsby. Síðan gekk leiðin heim til Føroya. Vit komu á Havnina um kvøldið 2. februar 1952. Motorur lá klárur at føra okkum norður til Oyrar. Meg, Mourits í Jógvansstovu og Issa, ið vóru av Eiði.
Strævin túrur til húsa
Tá vit vóru komnir til Oyrar, var bilurin, sum skuldi koma eftir okkum, enn ikki komin, so eg rann inn til Jógvan Christiansen, ið er beiggi konu mína, og bað um tvær breyðflísar. Tað var skjótt, at kona hansara, Andrea, sum eisini var ættað frá Gjógv, fekk tað í lag, og skjót tonkt, sum hon var, tók hon skaftið úr einum kusti og gav mær tað til stav. Hetta kom at verða mær til ómetaliga stóra hjálp seinni. Bilurin kom so, og vit fóru avstað.
Nakað norðan fyri Ljósá fór eg úr bilinum. Nú kavaði illa, men eg fór so til gongu. Tá í tíðini máttu vit ganga til Gjáar, og ikki fyrr enn nú byrjar søga mín rættiliga, kunnu vit siga. Eg fór til gongu um níggjutíðina. Eg hevði eitt kuffert og ein svartan klædnasekk at bera og hevði fatlað tað so væl, sum eg dugdi. Hugsi, at byrðan mundi viga millum 40 og 50 pund. Eg fór á botn við hvørt spor, eg setti fótin til.
Tað er stutt frá vegnum niðan á Svarthamar; men komin niðan, er satt ódnarveður. Eg gangi, men síggi at kalla ikki fram um nøsina. Eg hevði eina runda lykt við fýra nýggjum battaríum, men onga peru eyka. Tá ið eg havi gingið nakað, veit eg, at eg eri vilstur. Eg gangi oman norðureftir. Hann er landnyrðingur, og eg eigi at fáa vindin á vinstra kjálka, men nú liggur hann inn á høgra. Eg vendi mær á og meti um so væl, eg kann, og nú liggur hann inn á vinstra aftur. Geri av við meg sjálvan, at nú skal eg ganga, til tað er meir enn mótbrekka. Tá gangi eg móti Vaðhorni.
Nei, eg steðgi á aftur. Nú var eg illa fyrikomin, kavin upp á hálv lørini, einsamallur á fjøllunum eina ódnarnátt á vetri. Hetta er sunnunátt, náttin til triðja februar, blásiusmessunátt. Eg hugsi um at grava meg niður og lata kustaskaftið stinga upp úr kavanum, men geri tað ikki; tá hevði eg ivaleyst stirnað í hel. Gangi nakað afturat, men seint gongur. Eg hevði hvørki vøttir ella turriklæði, men eg hevði brølapu, sum hon varð rópt á sjómansmáli, og hon kom niður fyri oyruni og hálsin. Og eg var í føroyskum klæðum frá innast til ytst, so eg var ikki kaldur.