Tað var ein lættur Raymond Domenech, ið hitti bæði fronsku og føroysku tíðindafólkini eftir dystin á Tórsvølli mikukvøldið. Franski landsliðsvenjarin segði, at hann til tíðir hevði kent seg hart kroystan, tí at fraklendingar ongantíð av álvara megnaðu at seta seg á dystin.
Føroyingar væl skipaðir
Spurdur um dysturin gjørdist truplari enn hann hevði væntað, svaraði Raymond Domenech, at tað helt hann ikki. - Fleiri mettu, at eftir 0-6 ósigurin hjá føroyingum í Sveiss í vikuskiftinum, fóru vit at vinna stórsigur her, men eg var greiður yvir, at so fór ikki at verða. Tað eru nógv dømir um, at føroyska landsliðið hevur spælt upp til stórar tjóðir so sum Týskland, Skotland og onnur, segði franski landsliðsvenjarin.
Raymond Domenech helt, at føroyingar vóru sera væl skipaðir í verjupartinum serliga, og tað førdi við sær, at tað alt ov ofta gjørdist alt ov trupult hjá hansara monnum at fáa lagt seinastu og avgerandi avleveringina. - Uttan at taka nakað frá føroyingum, so kann eisini sigast, at tað er í slíkum dystum, at álopsparturin hjá okkum veruliga sleppur at royna seg. Eg haldi tó ikki, at okkara álop var nóg sannførandi í dag, segði franski landsliðsvenjarin.
Noyddust at umskipa
Tá ið tosið kom inn á útvísingina hjá franska liðskiparanum, Patrik Vieira, var Raymond Domenech fámæltur. - Eg havi ikki hug til at gera viðmerkingar til avgerðirnar hjá dómaranum, men tað er einki dulsmál, at tað er ein smeitur fyri okkum, at Vieira nú er leikbannaður til trupla heimadystin móti írum í komandi mánaða, segði franski landsliðsvenjarin.
Tá ið franski liðskiparin varð rikin av vølli, valdi Domenech eisini at umskipa franska liðið. - Eg valdi at seta Vikash Dhorasoo inn fyri Thierry Henry, so at vit vóru fullmannaðir á miðvøllinum heldur enn í álopinum, har Liverpool-framherjin Djibril Cisse tuskaði einsamallur, segði Raymond Domenech eftir dystin.
Spurdur um tað ikki eigur at verða størri munur á franska liðnum, sum liggur nummar tvey á FIFA-styrkislistanum, og so føroyingar ið eru nummar 137, svaraði Raymond Domenech: - Tað eru ellivu móti ellivu, og føroyingarnir stríddust væl, meðan okkara kundu havt sýnt størri stríðsvilja. Mótstøðan var hørð, og eg haldi, at fleiri veikleikar hjá okkum komu til sjóndar í dystinum í dag, segði franski landsliðsvenjarin.
Raymond Domenech helt annars fyri, at eftir hansara tykki er franska landsliðið í løtuni ikki eitt av heimsins bestu landsliðum, tí so nógvar útskiftingar hava verið á liðnum í summar, og tað tekur eitt sindur av tíð at spæla nýggju spælararnar saman, segði hann eftir dystin.