Amerikanska verjumálaráðið og herurin hava roynt at gera hermenn til hetjur fyri at fáa undirtøku fyri krígnum í Irak og Afghanistan.
Tvær av hesum hetjunum vóru Jessica Lynch og Pat Tilman, sum sambært verjumálaráðnum og herinum vóru tvey góð dømi um tær amerikonsku krígshetjurnar, sum berjast ímóti einum harðrendum og eirindaleysum fígginda.
Men søgurnar um Jessicu Lynch og Pat Tilman eru ósannar, og tað fáa amerikanararnir nú at vita í einari hoyring í Kongressini. Amerikonsku fjølmiðlarnir hava leingi víst á, at verjumálaráðið og herurin søgdu ósatt um Patriciu Lynch og Pat Tilman, og hoyringin í Kongressini skal ætlandi avdúka, um nakar kann dragast til svars fyri ósannindini og fyri at hava logið fyri amerikanska fólkinum.
Søgan um Jessicu Lynch fór sum eldur um allan heimin, tá hon bleiv tikin og burturflutt í Irak í mars í 2003. Tað eydnaðist amerikonskum hermonnum at fría hana eina viku seinni, og bjargingin bleiv umrødd sum sera vandamikil, og hermenninir, sum vóru við í bjargingini, vórðu lýstir sum rættar hetjur, ið høvdu fullført eitt satt hernaðarligt bragd. Tann 19 ára gamla Jessica Lynch bleiv umrødd sum amerikanska kvinnan, ið hevði sett seg upp ímóti sínum fíggindum, og myndir av sárum, sum hon hevði, fóru um allan heimin.
Men hetta var als ikki so. Bjargingin var als ikki so vandamikil, sum herurin segði hana vera, og sárini hevði Jessica Lynch fingið í einum ferðsluóhappi.
Duldu sannleikan
Søgan um Pat Tilman var uppaftur verri. Tá hann doyði í Afghanistan í 2004, fingu tey avvarðandi at vita, at hann var fallin í bardaga við fíggindan. Hetta vísti seg kortini ikki at vera so. Í veruleikanum vóru tað amerikanskir hermenn, sum skutu Pat Tilman av misgáum, men hóast herurin og verjumálaráðið vistu tað, fingu tey avvarðandi ikki sannleikan at vita fyrr enn langt aftaná.
-Ein syndarlig vanlukka bleiv broytt til eina eggjandi søgu fyri at bjarga landsins uttanríkispolitikki í Irak og Afghanistan, segði bróðir Pat Timan undir hoyringini í Washington mánadagin. Hann var hermaður í somu deild sum bróðurin. Avhoyringin mánadagin vísti, at avgerðin um at falsa frágreiðingina um tað, sum hendi Pat Tilman, bleiv tikin í at kalla somu løtu, sum hann doyði.
Formaðurin í hoyringarnevndini, Henry Waxman, segði í gjár, at nevndin fer at leggja dent á at kanna, hvussu nógv táverandi verjumálaráðharrin, Donald Rumafeld, og Hvítu Húsini vistu um tær falsaðu hetjusøgurnar úr Irak og Afghanistan.