- Eg var ov hjálpsamur

Mín fótfeilur er, at eg sendi frágreiðing á telduposti eftir umbøn, sigur Johnny í Grótinum við danska miðil

Danski miðilin journalisten.dk skrivar í morgun teldupostamálið, sum kostaði Johnny í Grótinum starvið. Í samrøðu við Journalisten greiðir Johnny í Grótinum frá, at hann angrar, at hann sendi teldupostarnar til Ólav í Beiti, men at hansara størsti trupulleiki er, at hann var ov hjálpsamur móti vp.fo. 

 

- Men eg skrivaði ikki nakra grein, sigur Johnny í Grótinum við Journalisten. Sambært honum er talan um, at hann royndi at greiða frá pørtum av málinum um Liljan Weihe í telefonsamrøðu við Ólav í Beiti, og at Ólavur síðani bað Johnny í Grótinum senda sína frágreiðing í telduposti. 

 

Spurdur um tað ikki er løgið, at hann sjálvur sendir eina grein, har hann siterar seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava, svarar Johnny í Grótinum, at hann er samdur.

 

- Men um vit taka greinina og samanbera hana við tað nágreining, sum mentamálaráðið sendi mær, so er tað einki í annað í tekstinum. Tað er bert ein endurgeving, ein stytting av tí, sigur Johnny í Grótinum við journalisten.dk. Og spurdur uppaftur um hann ikki sær prinsipiella trupulleikan í tí, játtar Johnny í Grótinum fyri, at tað er problematiskt. 

 

 

- Tað er tann fótfeilur eg geri. Eg eri ov hjálpsamur yvirfyri honum. Hann biður meg forklára á telduposti, og hann ger einki við tekstin. Hann broytir sera lítið, sigur Johnny í Grótinum við Journalisten. 

 

Les alla greinina við at trýsta her