Eg veit ikki, hví føroyingar altíð eru so láturliga gávumildir

Agnar Artúvertin

Kai Vágfjall skjýtur í lesarabrævi upp, at føroyingar geva dønum 600 miljónir – men hví geva dønum pengar, í staðin fyri føroyingum, og sita eftir við fullveldi og ongum pengum, havi eg hug at spyrja? Heldur áttu vit at býtt hasar 600 miljónirnar sundur millum føroyingar. Eg kundi til dømis fingið 10. So hevði eg keypt mær eitt hús, og eg og konan havt góðar umstøður at fingið okkum nøkur børn í og uppdrigið tey til at blivið rættar føroyingar, rithøvundar og heimspekingar – hækkað eitt sindur um fólkatalið. Ikki so galið, men vissi tann meinigi føroyingurin hevur lyndi til at blaka pengar av landinum, so nyttar lítið. Batar lítið at gráta um fullveldi, tá lyndið er eitt trælalyndi. Eg veit ikki, hví føroyingar altíð eru so láturliga gávumildir – geva alt vekk, sjálvt um teir ikki eiga sýru í vegg at geva av.