At vera høvundur er ein framhaldandi rannsakanartilgongd, har høvundurin roynir at finna seg til sættis í rithøvundayrkinum og leiklutinum. Hesi orðini eigur Niels Frank, stjóri á Den Danske Forfatterskole. Einasti føroyski næmingurin nakrantíð á skúlanum er sandoyingurin Oddfríður Rasmussen.
Rithøvundaskúlin hevur verið í Føroyum í vikuni, tey hava hildið til á Føroya Fólkaháskúla. Endamálið hjá Rithøvundaskúlanum við ferðini til Føroyar er at fáa nýggja luft undir veingirnar, sum tey siga. Næmingarnir og lærararnir hava hitt føroyskar rithøvundar, ið hava sagt frá skaldskapi teirra. Og mikukvøldið var kvøldseta í Listaskálanum, har bæði føroyskir og danskir høvundar lósu upp úr verkum teirra.
Tað var Gunnar Hoydal, rithøvundur, sum mælti Oddfríði til at søkja inn á Rithøvundaskúlan og triðju ferð eydnaðist tað. Men tað er ikki øllum tillutað at vera so heppin at verða upptikin. Um 180-200 fólk søkja inn á hvørjum ári, 15 verða tikin inn til samrøðu og so verða seks-átta sáldað frá. Umsøkjararnir skulu skriva 25 síður av lýrikki og prosa við umsóknini. Og samrøðan, ið umsøkjararnir verða kallaðir inn til, er ein søga fyri seg. Sjey fólk sita um borðið og spyrja garnarnar úr fólki í ein tíma við støði í tekstinum, umsøkjarin hevur sent inn, og øðrum, ið er viðkomandi fyri ritverkið og persónin.
- Tað var rættiliga nervapirrandi. Har sótu nógvir kendir høvundar rundan um borðið, sum eg havi stóra virðing fyri, men eftir øllum at døma gekk tað væl, sigur Oddfríður Rasmussen.
Sundurlimaður í kritikki
Á Rithøvundaskúlanum lærir tú ikki til rithøvund og eftir lokna skúlagongd fær tú einki prógv. Handverkið dugir tú áðrenn og tey flestu, ið koma inn á skúlan, kalla seg rithøvund, áðrenn tey
seta seg á skúlabonk. Undirvísing er tveir dagar um vikuna, og meginparturin av frálæruni er tekstlesing. Restin av vikuni er heimaarbeiði, har næmingarnir skriva og lesa. Fittur partur av skúlatíðini er at hoyra fyrilestrar eftir høvundar, upplestur og annað mentanarligt virksemi.
Undir tekstlesingini lesa næmingarnir burtur úr tí teir sjálvir skriva og so verður teksturin lagdur undir lesiglasið, har allir næmingarnir eru við í viðgerðini.
- Tekstviðgerðirnar eru ofta øgiliga ógvusligar, onkur verður illur, onnur hava hug at ríma, tí meiningarnar fúka runt í skúlastovuni. Tað gongur mangan hart fyri seg, tú kanst verða jarðlagdur og sundurlimaður í kritikki, men hann hevur alla tíðina eitt endamál, tí tú verður beintur inn á ein leið, sum tú kanst arbeiða víðari við. Men tað er alla tíðina upp til tín sjálvs um tú góðtekur tað ella ikki. Kritikkurin er samstundis vegleiðing. Tað koma so nógvir nýggir vinklar niður yvir tekstin, vinklar, tú ikki hevur verið varhugur við fyrr. Eg hevði tekstlesing í farnu viku og tað eg hevði skrivað fekk ikki mjúka viðferð. Okkurt taki eg til eftirtektar og okkurt blaki eg frá mær. Onki verður tveitt í ruskspannina av teirri grund. Tað er hart, men tað einasta ein kann gera er at fara heim og arbeiða meiri við tekstinum. Seinni tá teksturin verður lagdur fram aftur verður hann kritiseraður av nýggjum, sigur Oddfríður Rasmussen.
- Tað er av týdningi, at teksturin liggur eina tíð soleiðis at hann sodnar í tær. Við hvørt geri eg broytingar í honum, tað verður hann bara betri av og meiri gjøgnumarbeiddur. Tað er sunt at lata tekstin liggja og so koma aftur til hann, tí sum persónur flytir tú teg alla tíðina í mun til tey deyðu orðini. Men tá er spurningurin, nær man verður liðugur.
- Eg havi altíð verið hugtikin av orðum og av hvønn týdning tey hava í einum samanhangi. Eisini av upprunanum av einum orði og hvussu tey hava førkað seg gjøgnum tíðina. Sjálvur eri eg ikki so máltilvitaður at eg leggi nýggja merking til orð. Føroyskt kann vera ógvuliga stirvið og eg føli meg als ikki heima í heimagjørdum orðum. Eg føli ikki, at hesi nýgjørdu orðini eru føroysk. Orð fyri meg er musikkur, ljóðar ein setningur ikki væl musiskt og er ov stívur við nýgjørdum, samansettum og keðiligum orðum missir hann klangin og rútmuna. Vit hava fingið nøkur góð orð fyri nøkur ting, men eg haldi vit skulu hava loyvi til at brúka tey orðini vit sjálvi halda eru musisk. Í teim nýggju samansettu orðunum hvørva føroysku hugmyndirnar. Málið eigur fyrst og fremst at vera eitt sjálvtøkuborð, har tú tekur tað orðið, sum ljóðar musiskt í tínum oyrum, sigur Oddfríður Rasmussen.
Tvey mál
Tekstirnir næmingarnir á Rithøvundaskúlanum skriva og arbeiða við eru av øllum slagi.
- Eg havi mest sum bara skrivað yrkingar, men nú havi eg
eisini roynt meg eitt sindur í prosa. Tað er ikki so lætt, tí eg havi lyndi til at seta eitt sindur av lýrikki inn í og tað kann vera eitt sindur trupult. Skúlin gongur í grundini út uppá, at øll tekstsløg skulu loysast upp, at vit skulu skriva tvørtur um øll tekstsløg, blanda tey saman, men vit skulu kenna tey einstøku sløgini til lítar og vita, hvørja funksjón tey hava. Vit skulu ikki skriva sum aðrir rithøvundar, men vita, hvussu aðrir rithøvundar skriva, sigur Oddfríður Rasmussen.
Tað er eingin trupulleiki at skriva á donskum.
- Tú kemur inn í nakrar heilt aðrar krókar í danska málinum enn í føroyskum, krókar, sum tað føroyska málið ikki rúmar enn. Tú finnur onnur orð fyri ting, sum tú hevði lýst heilt øðrvísi um tú skrivaði á føroyskum. Mín skaldskapur er tengdur at málinum sum so, men hann er væl øðrvísi á donskum enn føroyskum. Eg hevði ikki dugað at skriva um somu evni á donskum sum á føroyskum. Tað er í veruleikanum ein stórur fyrimunur at skriva á báðum málum, tí tú kemur meiri umvegis í málinum, sigur Oddfríður Rasmussen.
Trý yrkingarsøvn
Hann hevur altíð skrivað, í byrjanini bert skuffuyrkingar, sum hann
kallar tað. Fyri stuttleika fór hann at leita í skuffuni, savnaði nakrar yrkingar saman og sendi tær til Gunnar Hoydal, rithøvund, og bað um kritikk.
- Eg fekk ógvuliga konstruktivan kritikk frá honum, hann segði, hvat hann meinti og var erligur. Tær frægastu yrkingarnar sendi eg til forlagið Fannir og tær komu so út í 1994 í savninum Aldur hugans, sigur Oddfríður Rasmussen.
Aldur hugans er skrivað yvir eitt fýra ára skeið, og eru yrkingarnar merktar av hesum, tí tær hava einki fast tema. Í 1995 kom yrkingasavnið Innantannaskríggj á egnum forlagi. Hetta savnið er skrivað yvir eitt styttri tíðarskeið og hevur tískil ein reyðan tráð at halda seg til. Eisin er tað svartskygdari enn hitt fyrra. Men hetta savnið er Oddfríður als ikki nøgdur við.
- Ta tíðina hevði eg tað soleiðis, at eg helt at eg skrivaði meg út úr einum trupulleika. Men tað ræður í grundini um at skriva seg inn í ein trupulleika. Tí varð savnið ikki meir enn eitt hálvtómt, innantannaskríggj, sum ongantíð kom út. Skrivingin var eitt slag av psykoterapi og hevði tí eitt ávíst endamál, men tað kundi væl ligið eitt sindur longur, sigur Oddfríður Rasmussen.
Mánadagin kemur triðja yrkingarsavnið út eftir Oddfríð Rasmussen. Tað eitur Skil. Heitið sipar bæði til tað at hava skil og tað sum skilir sundur.
- Yrkingarnar eru um tómrúmið, tá ið tú stendur við einum beini í Danmark og einum í Føroyum. At vera føroyingur í Danmark er gjøgnumgangandi tema í yrkingunum, sigur Oddfríður Rasmussen.
Oddfríður hevur eisini skrivað stuttsøgur og nú arbeiðir
hann við at seta eitt savn saman.
- Eg kundi hugsað mær at skriva eina skaldsøgu og fyri einum ári síðani hevði eg eina søgugongd í høvdinum, men tað er ikki komið longri enn til eina kladdu.
Steindeytt mentunarlív
Mentunarlívið í Føroyum kundi verið meiri livandi, heldur Oddfríður.
- Tað er steindeytt. Í Danmark er altíð hópin av tiltøkum at fara til. Tað ber altíð til at fara út og hoyra høvundar lesa upp úr verkum teirra. Í Føroyum verður tú noyddur til at fyriskipa tað sjálvur skal okkurt henda. Einasta, ið hendir á mentanarøkinum í Føroyum er tónleikurin. Á tí bókmentaliga økinum hendir so at siga einki. Næstan ongar skaldsøgur koma út og tær, sum koma út, eru ógvuliga vánaligar. Tann einasta skaldsøgan, sum hevur flutt eitt sindur síðani skaldsøgurnar hjá Williami Heinesen komu út er Undir Suðurstjørnum eftir Gunnar Hoydal og kanska onkur einstøk eftir
Jens Paula Heinesen. Sjálvandi finnast tað glottar, men so køvir av aftur.
- Lýrikkurin er væl umboðaður í føroyskum bókmentum, og hann er væl í tráð við yrkingarlistina í útlondum. Tað sum eg sakni í Føroyum er kritikkur og vegleiðing. Í Danmark hava forløgini vegleiðing og ráðgeving. Mest sum alt, ið verður skrivað í Føroyum kemur út uttan nakra viðgerð og vegleiðing. Í mínum føri havi eg bert fingið málsliga vegleiðing, og tað er altso ov galið.
Bókmentalig forum
Aðra staðni eru ymisk forum, har rithøvundar og listafólk annars koma saman at tosa um tað tey fáast við og annars spurningar í tíðini. Oddfríður saknar eitt bókmentaligt umhvørvi í Føroyum. Tey, ið skriva sita og arbeiða so spjatt og tí er einki kjak yvirhøvur um skaldskap og bókmentir.
- Einki kjak er yvirhøvur millum rithøvundar og listafólk. Tað er avgjørt tørvur á einum forumi, har fólk kunnu tosa saman og fáa nýggj hugskot at arbeiða víðari við. Kjakið, sum birtist eftir, at Carl Jóhan Jensen hevði sagt, at føroyskur kvinnuskaldskapur var vánaligur, vart sunt. Men sjálvandi er tað ikki ein spurningur um kvinnuskaldskap mótvegis skaldskapi, mannfólk skriva. Í Føroyum er tað so, at nærum eingi mannfólk skriva skaldsøgur.
Er saknurin stórur á einum bókmentaligum umhvørvi er hann ikki minni á einum bókmentaligum tíðarriti.
- Brá var eitt gott tíðarrit við nógvum góðum ummælum. Mest sum alt sum kom út var ummælt. Bløðini hava næstan eingi ummæli. Tey, sum eru, eru alt ov fitt og óerlig. Ummælararnir tora ikki at siga, hvat teir veruliga meina. Tey røra við flatuna uttan at fara inn í kjarnina. Sjálvur ynski eg mær av einum ummælara at hann er erligur og sigur tað hann meinar, men sjálvandi grundgevur fyri tí hann sigur og setir tað inn í ein samanhang. Tað nyttar ikki bara at siga, at skaldskapurin talar til kenslurnar uttan at siga nakað meiri konstruktivt enn tað, sigur Oddfríður Rasmussen.
Rithøvundur burturav
Hvørjar ætlanir Oddfríður hevur fyri framtíðina og hvat ítøkiliga hann fer at brúka Rithøvundaskúlan til, er ilt at siga í løtuni. Men hann ætlar sær ikki at vera verandi í Danmark.
- Eg hopi, at Rithøvundaskúlin fer at geva mær stórt innlit í bókmentir, læra meg at tulka tekst, og verða meiri sjálvkritiskur í míni egnu skriving. Í Føroyum vantar sjálvkritikkur í stóran mun, ein ella annar liður, sum vegleiðir og kritiserar, og sum hjálpir høvundum til sjálvkritikk. Tá ið tú fært vegleiðing og kritikk kemur góðskan av sær sjálvum. Nalvaskoðan er so útbreidd í Føroyum, tað at tú hevur nóg mikið við teg sjálvan og títt. William Heinesen hevði ikki skrivað so væl um hann ikki hevði havt lisið heimsbókmentir.
- Eg havi ta vónina, at eg kann arbeiða sum rithøvundur burturav. So hevur onkur trolaraskipari kanska hug at siga, at eg geri ikki petti, men eg vil hinvegin siga, at tað er hart arbeiði at skriva. Men sjálvandi veit eg, at marknaðurin er lítil og avmarkaður og at tað er trupult at liva av at skriva. Tað næstbesta er so at hjálpa øðrum við at skriva og harvið alla tíðina arbeiða við bókmentum, undirvísa ella okkurt tílíkt. Kanska at gera eitt bókmentaligt tíðarrit, tað kundi eg hugsað mær.
Skuffupolitikkur
Um hann setir stórar vónir til ætlanina, sum samgongan hevur sett út í kortið, at vit skulu hava ein orðaðan mentapolitikk 1. jan. 2000, sigur Oddfríður.
- Mentapolitikkur er eitt mál, sum verður tikið burtur úr eini skuffu, tá ið einki annað er at práta um. Tað hevur ikki høga raðfesting. Tað er upp á tíðina, at vit fáa ein orðaðan mentapolitikk, men tað vildi verið synd um vit fingu ein mentapolitikk bert av eiti, tí tað eru pengarnir listafólkini fyrst og fremst vanta. Mentapolitikkur er ikki bert pengar, men tað er eisini pengar. So haldi eg eisini, at stipendii ella okkurt sovorðið átti at verið stovnað, soleiðis at listafólk høvdu eitthvørt at arbeiða fram ímóti. Tað hevði givið størri frælsi. At arbeiða sum rithøvundur burtur av er vónleyst, men tað er í vónloysi tú kanst arbeiða fram ímóti eini vón, sigur Oddfríður Rasmussen, rithøvundur og næmingur á rithøvundaskúlanum at enda í viðtali.