- Tað er gott at búgva í Nólsoy, men óskilið á ferðasambandinum er ein stórur meinbogi. Ternan varð riggað til sigling um Nólsoyarfjørð, eitt nú við lyftu til serligan tørv, men hon verður ferð eftir ferð tikin frá okkum.
Tað søgdu nólsoyingar, sum fríggjadagin handaðu landsstýrismanninum í samferðslumálum, Johan Dahl, eina áheitan um at fáa í lag eitt hóskiligari ferðafólka-og farmasamband um Nólsoyarfjørð.
Millum 60 og 70 vælupplagdir nólsoyingar saman við borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, hittu landsstýrismannin í Tinganesi stutt eftir klokkan 11 seinasta fríggjadag.
Nólsoyingarnir vístu á, at Silja Star, sum í løtuni røkir farleiðina, tekur 48 ferðafólk, men hevur bara 36 setur í salónunum. Dagliga ferðast umleið 50 fólk um fjørðin til arbeiðis og í skúla, so ofta eru fleiri, sum mugu standa, og ávísar túrar sleppa øll ikki við.
- Silja Star er heldur ikki egnaður til koyristól, barnavogn og tílíkt, søgdu nólsoyingarnir í síni áheitan á landsstýrismannin.
Saman við teimum, sum hittu landsstýrismannin, var eisini nólsoyingurin, Róar Terjason Hansen, sum situr í koyristóli. Hann bar eitt skelti við áskriftini: Eg vil sleppa heim. Pápi hansara, Terji Holm, setti eisini landsstýrismanninum spurningin, nær hann kundi fáa sonin heimaftur at vitja.
Johan Dahl, landsstýrismaður, segði, at nólsoyingar væntandi fáa Ternuna aftur á hvítusunnu, eins og hann væntaði, at nýggja nólsoyarferjan verður liðug í 2016.