Fuglfirðingurin Napoleon Joensen hevur júst greitt sína atkvøðu, og hann ivast ikki í, hví tað hevur týdning fyri hann at fara á val.
- Eg fari á fólkatingsval, tí eg vil stuðla flokkinum og valevninum hjá mær, sigur Napoleon.
Hann vísir á, at stórur munur er á fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum.
- Løgtingsvalið hevur nógv meira at siga fyri meg. Løgtingið er okkara hægsti myndugleiki, og tað er her í Føroyum, avgerðirnar verða tiknar. So har er stórur munur á hesum báðum valunum, sigur hann.
Umframt at fara á val at greiða atkvøðu hevur hann onkrar siðvenjur í sambandi við fólkatingsvalið.
- Eg plagi at sita framman fyri sjónvarpið og fylgja við. Eg haldi altíð, at tað er spennandi at lurta eftir valúrslitinum.
##med2##
Tvey onnur, sum akkurát eru komin út gjøgnum bakdyrnar í Høllini á Hálsi eru 9 ára gamla Jasmin Hentze Jensen og omma hennara Sólrun Jasmin Hentze Jensen.
9 ára gamla Jasmin hevur verið við á vali hvørja ferð, síðan hon var heilt lítil, og júst hetta heldur Sólrun Hentze hava stóran týdning.
- Tað er av alstórum týdningi hjá okkum vaksnu at taka børnini við okkum á val. Tey gera ikki tað, vit siga, tey skulu gera, men tey gera tað, sum vit gera. Tí hevur tað týdning at vísa teimum, hvat eitt siviliserað samfelag er, og hvussu mann uppbyggir samfelagið, sigur Sólrun Jasmin Hentze.
Hon heldur tað tí vera sera umráðandi at fara á fólkatingsval.
- Vit fara á fólkatingsval fyri at gera mun, og vit vilja hava føroyingar á fólkatingi fyri at fáa ávirkan.