Eg vil ávirka samfelagið, eg eri ein partur av

- Tað, sum vantar í føroyskum politikki yvirhøvur, er visjónir og at lyfta føroyskan politikk uppá eitt hægri støði. Føroyski politikarin brúkar alt ov lítla orku til at hugsa um framtíðarvisjónir, og hvussu okkara samfelag skal verða myndað, sigur Annika Olsen, valevni hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy, hvørs politiska hugsjón er ein samantvinning av liberalum og sosialum politikki

KVINNUVAL

Viljin at ávirka framtíðarsamfelagið, er orsøkin til, at Annika Olsen, ið flutti heim til Føroya í heyst eftir at hava búð í Danmark síðani hon var 15 ára gomul, stillar upp.
- Eg vil sleppa at ávirka samfelagið, eg eri ein partur av. Tað er umráðandi, at hvør einstakur tekur ábyrgd og ávirkar, hvussu okkara samfelag skal síggja út, sigur Annika Olsen.
Politikkur hevur - alt hon minnist - verið gerandiskostur í barndómsheiminum, men ikki fyrr enn undir lestrarárunum er hon veruliga vakt politiskt.
- Í tí umhvørvinum, eg var í, fekk eg mín liberala hugsunarhátt staðfestan. Eg eri ógvuliga liberal, men harvið ikki sagt, eg ikki eisini eri sosial. Vit øll eiga at taka ábyrgd av teimum, sum ikki hava tað gott í samfelagnum. Mín politiska hugsan er sostatt ein samantvinning av liberalum og sosialum politikki.
- Sjálvsagt eri eg ávirkað av prátinum, sum hevur verið meðan eg vaks upp, men eg vildi fegin finna út av, um aðrar politiskar hugsjónir hóskaðu betur til mín. Meðan eg havi lisið, eri eg vorðin meiri sannførd um, at tann liberala-sosiala hugsjónin er tann besta.
Øll árini, hon hevur búð í Danmark, hevur hon fylgt væl við, hvat hendir í Føroyum.
- Eg havi vitjað ofta heima og roynt at fylgt við, so væl sum tað hevur borið til, tikið lut á fundum og í orðaskifti. Eftir fyrsta uppstillingarfundin til hetta løgtingsvalið, fekk eg eina áheitan um at stilla upp. Tað er ein rættiliga stór avbjóðing, men eg ivaðist ikki, tí eg havi altíð viljað at verðið virkin í politikki. Eg vildi ikki lata møguleikan fara fram við, sigur Annika Olsen.

Visjónir
Hjartamál hevur hon treyðugt so, men tá ið vit biðja hana nevna nøkur, hevur hon betri hug at tosa um visjónir á øllum samfelagsøkjum.
- Tað, sum vantar í føroyskum politikki yvirhøvur, er visjónir og at lyfta føroyskan politikk uppá eitt hægri støði. Føroyski politikarin brúkar alt ov lítla orku til at hugsa um framtíðarvisjónir, og hvussu okkara samfelag skal verða myndað. Kjakið snýr seg í alt ov stóran mun um, hvussu nógvan pening ymsu økini skulu hava. Í sjálvum sær er tað gott, at peningur verður munagott býttur út til økini, men tað er ikki nóg mikið. Eg vil ikki siga, at politikarar og føroyingar sum heild eru visjónsleys, men ein sannroynd er, at alt ov lítið verður tosað um okkara samfelag um 10-20 ár ella longri frammi í tíðini og hvat vit vilja við samfelagnum. Kjakið røkkur ikki longur enn til næsta valskeið. Hetta botnar í okkara samfelagsbygnaði og gamla mentalitetinum, sum fyri ein part framvegis er galdandi, heldur Annika Olsen.
- Føroyingar hava ígjøgnum tíðina og søguna tikið ein dag í senn. Tað er inngrógvið í okkara mentalitet og tí er ringt at hugsa so nógv ár fram í tíðina. Men vit eru á veg inn í eitt nýtt samfelag, eitt visjónelt framtíðarsamfelag, sum hevur ógvuliga nógvar avbjóðingar og teimum, skulu vit verða klár at taka ímóti.
Annika Olsen sær nógvar møguleikar í framtíðarsamfelagnum.
- Vit kunnu gera okkum dælt av globaliseringini og netverksamfelagnum. Føroyingar eru óvanir við netverkssamfelagið, men tað er við at sláa røtur alla staðni. Tað eiga vit at gagnnýta innan mentan, vinnulív, skúlaskap, og aðrastaðni. Eru vit nóg nýhugsandi og hugsa visjónelt, kunnu Føroyar gerast ein lítil superstatur. Eitt nú kunnu Føroyar standa fyri ymiskari framleiðslu, har úrdráttir til tað, sum verður framleitt, koma aðra staðni frá.
- Ein fyritreyt er, at vit eru klár at taka avbjóðingar. Eru vit ikki væl fyrireikað og raðfesta mentanina frammalaga, kann okkara mentan fara fyri bakka. Netverksamfelagið glípur inn í allar liðir í samfelagnum, tað er har og vit sleppa ikki undan. Tí eiga vit at miðsavna okkum um, hvussu vit brúka og gagnnýta tað.
Hví møguleikarnir í netverksamfelagnum enn ikki eru so eyðsýndur fyri føroyingar, sigur Annika Olsen, at hon heldur ikki, at føroyingar eru bangnir fyri netverkssamfelagnum og globaliseringini, men at tað verður ov lítið kjakað um evnið og tí kemur ikki fram, hvørjir møguleikar liggja í tí.

Positivan hugburð
Undir valstríðnum hevur Annika Olsen gjørt vart við seg í spurninginum um mentan og list. Vit spyrja, hvør hennara hugsan er til spurningin, um listin skal hava betri karmar.
- Mín hugburður til mentan og list er ógvuliga positivur. Tað er ógvuliga gott og avgjørt eitt framstig, at kjak er íkomið um list, tí tað hevur veruliga vantað. List og mentan eiga avgjørt at fáa eitt størri pláss í okkara samfelag, eitt nú við at næmingar í fólkaskúlanum læra mentunarfatan, har listin eisini er umboðað. Á tann hátt gerast mentan og list meiri viðkomandi fyri tey ungu, tí tað eru tey, sum skulu bera mentunararvin víðari, sigur Annika Olsen.
Umboð fyri Fólkaflokkin á tingi hava annars sett spurnartekin við, í hvønn mun listin skal stuðlast og hvat verulig list er?
- Eg eri sannførd um, at flokkurin tekur undir við mínum sjónarmiðum og vil stuðla listini. Sjónarmiðini, sum hava verið frammi undir kjakinum, tá ið nýggja mentunarálitið varð almannakunngjørt, umboða ikki allan flokkin. Mær kunnugt hava fólkafloksfólk ein positivan hugburð til mentunarálitið. Í valsskránni raðfesta vit mentanina og listina høgt og vilja fegin virka við til, at listafólk fáa betri karmar at virka undir, eins og lagt verður upp til í mentunarálitinum. Sjálvsagt er tað altíð ein spurningur um raðfesting, tá ið pengar skulu setast av, men í mínum hugaheimi er tað sera umráðandi at seta pengar av til mentan og list. Eg trúgvi avgjørt, at pengar til mentan og list, geva seg fleirfalt aftur.

Lættari hjá monnum
Kvinnur skulu ikki bert veljast av tí, at tær eru kvinnur, men fyri tað tær standa fyri, heldur Annika Olsen. Hetta er í stuttum svarið hjá henni, nú vit spyrja hana, hvørji kvinnupolitisk sjónarmið hon hevur. Og hon leggur afturat.
- Kemur prátið inn á javnstøðu, ber tað ofta brá av misskiljingum. Nógv vita ikki, hvat orðið javnstøða merkir. Fyri nógv hevur tað ein negativan ella niðurgerandi týdning og tí er umráðandi, at fólk verða betur upplýst, hvat javnstøða í grundini merkir. Fyri at koma fordómunum til lívs, kundi Javnstøðunevndin brúkt orku uppá at upplýst fólk um, hvat javnstøða er. Føroyska samfelagið er framvegis rættiliga patriarkalskt. Tað er lættari hjá einum manni at koma fram enn eini kvinnu. Kvinnur hava størri forðingar enn menn.
Spurd, um hon ætlar at arbeiða fyri at taka burtur forðingar, kvinnur eru fyri samfelagnum, sigur Annika Olsen, at í einum vælferðarsamfelag sum okkara, eigur munur ikki at vera á leiklutunum hjá kvinnum og monnum á arbeiðsmarknaðinum.
- Raðfestingin í samfelagnum av teim bleytu og hørðu virðunum er nógv merkt av, at menninir sita við valdið. Tað besta er, um kvinnur eisini taka sær av teim hørðu virðunum og menn av teim bleytu. Tað gevur eina betri heild, men tað er nú eina ferð soleiðis, at menn sita einsamallir á teim hørðu virðunum og tí verða tey raðfest. Verða dygdirnar, sum kvinnur hava at bjóða uppá og tær dygdirnar menninir hava at bjóða uppá, kókaðar saman, fáa vit ein betri politikk og eitt nógv betri samfelag. Nógv hevur verðið øðrvísi gjøgnumhugsað, um sjónarmið hjá kvinnum eisini gjørdu seg galdandi. Kvinnur eru helmingurin av samfelagnum og tað eigur at síggjast aftur í umboðanini á tingi. Tíðin er búgvin til, at fleiri kvinnur sleppa fram at valdinum. Um fleiri verða valdar hesa ferð, ivast eg kortini í.
Kennir tú tað sum tína skyldu sum kvinnuligur politikari at vísa á, at økini ikki eru javnbýtt?
- Avgjørt. Eg síggi tað sum eina uppgávu at býta tingini javnari, harvið ikki sagt, at tey bleytu virðini skulu hava meiri pengar og tey hørðu minni pengar. Vit eiga at koma burtur frá hesi myndini, sum sigur, at kvinnur taka sær av tí bleyta og menn av tí harða. Koma fleiri kvinnur á ting og gera seg galdandi í øllum viðurskiftum, fáa tær ávirkan á øll øki og ikki bert tey bleytu. Hví hendan menningin gongur so seint í Føroyum, er tí, at patriarkalska samfelagið, sum Føroyar framvegis eru fyri ein stóran part, eisini avspeglar seg í politikki.
Fólkaflokkurin verður javnan skuldsettur fyri ikki at raðfesta kvinnurnar høgt í flokkinum, tá ið tað ræður um at loyva teimum framat undir valstríðnum. Annika Olsen vísir hesum aftur.
- Formaður floksins hevur sagt, at hann heldur enn fegin vil síggja kvinnur á listunum, og vit verða sanniliga eggjaðar til at halda okkum framat. Eg haldi vit kunnu siga, at ein endurnýgging er á veg í flokkinum, ein nýggjur íblástur. Fýra kvinnur eru stillaðar upp í Suðurstreymoy, tað størsta talið á kvinnum í Suðurstreymoy.
Kynskvotering er ikki vegurin at ganga fyri at fáa fleiri kvinnur uppí politikk, heldur Annika.
- Áhugin eigur at koma frá kvinnuni sjálvari. Sjálvsagt eru nógvar kvinnur, sum ikki hava hug at fara uppí politikk, og tað eiga vit at virða. Men tað er ein óvani at siga og halda, at hini skulu taka sær av politikkinum. Forðingin at stíga fram liggur oftast hjá kvinnuni sjálvari, sigur Annika Olsen.
- Høvdu kvinnurnar, sum av fyrstan tíð bardust fyri valrætti, skrivifrælsi og fyri, at kvinnur kundu gera seg galdandi í samfelagnum á jøvnum føti við menn, vitað, hvussu stutt vit eru komnar, høvdu tær vent sær í grøvini, heldur Annika Olsen.
- Eg eri ikki reyðsokkur, als ikki, men eg eri glað fyri tey avrik og brøgd, sum kvinnur ígjøgnum tíðirnar hava framt. Í eini rørslu eru tað altíð nøkur, sum mugu ganga undan og slóða fyri, og hesi eru mangan meiri provokerandi og kollveltandi, enn vanliga fólkið er. Kvinnur í dag hava hug at gloyma hendan partin av kvinnusøguni. Nógvar vita ikki, hvat er hent og hvussu kvinnur hava stríðst upp í gjøgnum tíðina fyri rættindum, sum eru sjálvsøgd í dag. Kvinnur kunnu gera alt tað, tær hava hug til. Tað er tann vegin, vit eiga at hugsa, og tí harmar tað meg, at ikki fleiri kvinnur stilla upp, sigur Annika Olsen at enda í viðtali.

FAKTA
Annika Olsen, 27 ára gomul, ættað úr Vági, búsitandi í Havn. Útbúgvin cand. mag. við norðurlendskum bókmentum og máli sum høvuðsgrein og átrúnaði sum hjágrein. Starvast á Handilsskúlanum á Kambsdali, har hon undirvísir í donskum