Eg visti ikki um eg skuldi smíla ella gráta

Fólk eru deyð og tað er grátiligt, at hetta skal vera einasta útspæl hjá landsstýrinum

- Tað er meiri grátiligt enn nakað annað.

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi dylir ikki fyri, at hann er ómetaliga vónbrotin av landsstýrinum.

 

Í morgin viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um trygd á sjónum.

Men hetta uppskotið snýr seg um, hvussu kunngerðir, lógir og reglar á økinum skulu lýsast.

Og tað er Páll á Reynatúgvu ikki sørt skelkaður av, sigur hann.

Hann vísir á, at nettupp spurningurin um trygd á sjónum hevur verið nógv frammi í seinastuni.

 

Og í hesum sambandi hava atfinningarnar verið bæði nógvar og harðar, ikki minsr í sambandi við málið um Anitu, sum misti in mann.

- Fólk eru deyð og eg hevði væntað, at fyrsta útspælið hjá lndsstýrinum fór at vera meiri umfatandi enn ein tekniskt broyting.

- Eg hevði væntað, at landsstýrismaðurin longu nú kom við einum boði upp á, hvussu vit kunnu tryggja føroysk sjófólk betri, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

- Eg visti ikki um eg skuldi smíla, ella um eg skuldi gráta, tá ið eg las hetta uppskotið og sá, at tað er ikki ein stavur um, hvussu vit bøta um trygdina á sjónum, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

- Fólk eru deyð, tí at støðan ikki er nøktandi og er tað meiri grátuligt enn nakað annað, at fyrsta útspælið er eitt uppskot um, hvussu kunngerðir skulu lýsast, sigur tingmaðurin fyri Tjóðveldi.