Tey flestu munnu hava sæð hann sum lívligan dirigent fyri Føroya Symfoniorkestur – seinast á Nýggjárskonsertini hetta vikuskiftið. Hann er eisini kórleiðari og tónleikalærari.
Bernharður Wilkinson er ættaður úr Onglandi. Pápin var breti, mamman var føroysk. Hann vaks upp á kostskúlum í London og Repton, seinni fór hann á hægri tónleikaskúla í Manchester, og síðani legði hann leiðina út í heim. Fyrst til Íslands, har hann skuldi vera í eitt ár, men var í næstan tretivu. Síðani kom hann til Føroya, her hann skjótt hevur verið í tjúgu ár.
– Eg kom til Føroya at búgva, hóast eg einki hevði at takast við her. Eg gjørdi eitt lop og vónaði bara, at eg lendi væl, sigur Bernharður Wilkinson, sum hevði hitt føroyska kvinnu.
Benni, sum nógv kalla hann, lendi á báðum beinum, hóast byrjanin var trupul, og í nógv ár hevur hann verið profilur í føroyskum tónleikalívi.
##med2##
Eftir at Bernharður var fluttur til Føroya, arbeiddi hann fitt í Íslandi og ferðaðist nógv ímillum, men við tíðini fótaði hann sær í føroyska tónleikaumhørvinum, og eftir at korona órógvaði so mangt, hevur hann ikki verið so nógv í Íslandi.
– Tað var kanska ikki so løgið, at eg endaði í Føroyum, tí mamma mín var úr Sumba. Pápi var í Føroyum undir seinna heimsbardaga, og her hitti hann mammu mína. Tey fluttu so til Onglands at búgva.
Stephen Wilkinson var hermaður í Føroyum í tvey ár. Hann hitti Onnu Dam, ið var dóttir Jens Dam og Poulinu Djurhuus í Sumba. Anna var flutt til Havnar at tæna, og tað rann saman teirra millum. Tey fluttu til Onglands at búgva.
– Eg trívist væl í Føroyum, og eg havi tikist við nógv. Eg trívist ikki, um eg ikki havi nóg mikið – kanska ovmikið – at gera. Mær dámar væl at dirigera, og mær dámar væl at undirvísa yngri fólki. Sum kórleiðari komi eg í samband við øll hugsandi fólk. Summi arbeiða á sjúkrahúsi ella í handli, og onkur er stjóri á stórari fyritøku. Men tey finna saman í kórsangi, og tað dámar mær væl at vera partur av, sigur Bernharður Wilkinson.
– Í Føroyum er minni hierarki enn í Íslandi. Um tú ert løgmaður ella stjóri ella hevur okkurt meira vanligt arbeiði, so er ikki so stórur munur á fólki. Her ganga fólk ikki so høgt uppí, hvør er hvat, øll finna út av tí saman, og føroyingar duga væl at taka sær tíð til hvønn annan.
Longri samrøða við Bernharð Wilkinson kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.