Børnini elska at fara út at keypa fræ, grava, planta og væta blómur.
Vit hava júst havt várjavndøgur, og hetta er dagurin um várið, tá vit eru mitt millum stytsta dag og longsta dag. Hetta verður sagt at verða hin 21. mars, men summi ár kann 19. ella 20. mars vera rættari dagurin, sigst.
Í Føroyum er hetta árstíðin, tá dagarnir kunnu vera ógvuliga skiftandi til veður, vind, vætu og sól, og soleiðis plagar apríl mánaði eisini at verða. Onkran dag er frost, og aðrar dagar hitar sólin. Hetta er tíðin, har vit næstan kunnu uppliva allar árstíðir á einum og sama degi.
Hetta er tíðin, tá fólk fara at hugsa um, hvat gerast skal uttandura í vár, um ætlanin er at síggja nakran vøkstur í summar. Tá góðu várdagarnir eru, hevur tú hug at leita tær út um dyrnar og út í tún at fáast við grót og mold.
Sagt verður, at tá børnini eru við í urtagarðsarbeiði, læra tey eisini nakað um náttúruna á ein lættan hátt. Samstundis sleppa tey at dálka seg, og tey sleppa at hava tað stuttligt. Men tað, at børnini eru við í urtagarðsarbeiði, kann eisini gera, at ein ævigur trupulleiki hjá foreldrunum verður loystur - nevniliga, at børn ikki vilja eta grønmeti.
Tískil kann urtagarðsarbeiði eisini vera ein góður máti at læra børnini, hvaðani alt tað heilsugóða, sum liggur á tallerkinum, kemur. Luttøkan hjá børnunum kann eisini gera tey forvitin, soleiðis at tey vilja sleppa at smakka grønmeti, meðan tey eru í urtagarðinum.
Tað ger fólk væl nøgd at sleppa at velta sítt egna grønmeti og eta tað. Eitt, sum saktans kann ”fanga” børnini, er at lova teimum at eta gularøtur úr urtagarðinum hjá teimum sjálvum.