Ígjár fekk veteranurin, Egil á Bø eitt "comeback" á besta liðnum hjá EB/Streymi, tá felagsliðið sló HB úr kappingin um løgmanssteypið, aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Egil á Bø viðgongur, at hann var ógvuliga troyttur aftaná dystin, men hann hevur ikki hug at gera so nógvan háva burturúr, at hann var við á besta liðnum hjá EB/Streymi.
- Tað er vanligt, at spælarar í 1. deild verða tiknir upp í bestu deildina, tá fremsta liðið stendur og manglar spælarar, undirstrikar Egil á Bø.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Egil á Bø.