Avgerðina tók Egil á Bø í summar. Brian Kerr fekk boðini, tá hann ynskti at hava sterka verjuleikaran við til Skotlands at spæla venjingardyst fyri smáum tveimum vikum síðani.
- Eg eri givin á landsliðnum. Hetta árið fótbóltsárið er av, eg eri ikki ungur longur, havi familju og arbeiði og landsliðið fer við nógvari tíð. Landsliðsvenjarin skilir mína avgerð, um at steðga nú, greiðir 36 ára gamli Egil á Bø frá.
Altíð droymt um landsliðið
Egil á Bø spældi sín fyrsta landsdyst tann 20. August 2008. Talan var um venjingardyst í móti Portugal. Seinasta landsdystin spældi hann í Ljubljana í Slovenia 8. oktober 2010.
- Eg eri sera glaður fyri, at eg eri sloppin at royna hetta. Tíðin á landsliðnum hevur verið ein stór uppliving. Sum smádrongur droymdi eg altíð at spæla á landsliðnum, men tann dreymin slepti eg eini tíggju ár áðrenn eg spældi mín fyrsta landsdyst, flennir Egil á Bø. 13 landsdystir, tveir landsliðsvenjarar og eitt mál gjørdist tað til hjá Egili á Bø á føroyska fótbóltslandsliðnum.
Hetta merkir, at hvalvíkingurin hevur upplivað eitt sindur av hvørjum millum landsins bestu fótbóltsleikarar. Og tá Egil á Bø verður spurdur til minniligastu upplivingarnar, er tað javnleikurin í móti Eysturríki, hann nevnir fyrst. Ein dystur, Egil á Bø spældi frá byrjan til enda.
Nú Egil á Bø sigur landsliðnum farvæl, er tað kortini ikki einstakir dystir ella málið í móti Rumenia fyri einum góðum ári síðani, sum renna honum fyrst í huga.
- Hvørja einastu ferð, eg havi verið við til at sungið tjóðsangin saman við landsliðnum, hevur tað verið ein stór og eisini undarlig kensla. Og eg eri eisini ógvuliga glaður fyri hvønn einasta minutt í landsliðsbúnanum. Tað hevur verið bæði gevandi og stuttligt at verið partur av, sigur Egil á Bø, sum nú heldur, at tíðin er búgvin til at steðga.
[email protected]
---
Myndatekstur:
Hvør einasti minuttir á landsliðnum hevur verið gevandi og stuttligur, sigur Egil á Bø