Egil Zachariasen skal spæla við B36

Fótbóltur: Miðsavnanin av teimum frægastu leikarunum í Havn heldur fram. Nú er Egil Zachariasen, sum í fjør spældi fyri ÍF, farin at leika við árstalsfelagnum, eins og Eyðfinn Davidsen úr FS Vágum eisini er tað

Hóast kavin liggur tjúkkur um dagarnar, so eru frægastu fótbóltsleikararnir í landinum farnir undir venjingarnar, og sum tað longu sást í fjør, so savnast allir teir frægastu leikararnir í teimum báðu stóru feløgunum í høvuðsstaðnum.

HB og B36 hava seinastu árini havt stóra tingongd av »bygdamonnum«, sum hava styrkt nógv um hesi bæði fyrr so stoltu »havnafeløgini«.

Tann tíðin er farin og kemur neyvan aftur í brægi, men tá hugt verður at hvussu leikur fer í øðrum londum, so er hetta neyvan nakað óvanligt.

Eisini útlendskir leikarar eru komnir til lands, men tað er nú ikki nakað nýtt, sum so.

Um dagarnar gingu søgur um, at árstalsfelagið í Havn skuldi hava ein kanadiskan málmann til royndarvenjingar. Vit hava vent okkum til nýggja formannin í B36, Kristian á Neystabø, og spurt hann um nakað er í hesum tíðindunum.

? Ikki sum so. Men tað er rætt, at vit hava fingið ein fyrispurning frá einum kanadiskum málverja. Vit hava tó ikki gjørt meira við- tað, so tað verður ikki av nøkrum.

Kristian á Neystabø heldur ikki at tað er neyðugt, hjá B36 at útvega sær málmann, tí teireru vældekkaðir á tí økinum.

? Vit hava besta málmann í landinum, so har er eingin neyð, sigur hann.


Egil og Eyðfinn

við B36

Men teir eru altíð glaðir fyri at fáa góðar útileikarar til felagið. Kristian sigur, at teir hava ein sera breiðan fyrstaliðshóp, sum er uppá nakrar og tjúgu mans, men tað er brúk fyri teimum, sigur hann.

? Egil Zachariasen er ein sera góður spælari og hann dugir væl at gera mál, sigur B36-formaðurin.

Men hvar skal hann so spæla, tit hava jú eitt gott álop í Jákup og John?

? Jú, so er, men Egil man fara at liggja framman fyri miðjuna eisini, sigur Kristian á Neystabø.

Umframt Øssur Hansen er eisini Eyðfinn Davidsen úr FS Vágum eisini nýggjur í B36-hópinum.

Eyðfinn leikti í fjør á fyrstaliði hjá FS Vágum og tað var um reppið, at hann og liðfelagarnir tryggjaðu sær uppflytingardyst móti Sumba. Men tað eydnaðist kortini ikki. Teir gjørdust ov stuttir. Nú hevur hann so gjørt av at fara til B36 at leika.

Hetta má metast sum ein smeitur fyri FS Vágar, eins og tað er ein sera dyggur smeitur fyri ÍF, at Egil Zachariasen fer til Havnar at spæla.


Eingin Fróði

Annars var eisini ætlanin at ein annar toftamaður skuldi verða við á liðnum hjá B36 í ár.

Fróði Benjaminsen hevði gjørt av at fara til Havnar at spæla fótbólt, og Kristian á Neystabø váttar fyri Sosialinum, at teir høvdu eina avtalu við Fróða.

? Men tað verður av ongum, tí tá venjingin byrjaði aftur í síðstu viku var eingin Fróði at síggja, sigur Kristian á Neystabø.

Tað fær tó ongar avleiðingar fyri Fróða, tí hann hevði ikki bundið seg til B36 við sáttmála ella slíkum.

Tað er sjálvandi keðiligt hjá B36, at eingin Fróði Benjaminsen verður við, tí hann hevði styrkt um liðið.


John og Jákup

vera verandi

Annars hevur stóra samtaluevnið verið, hvørt tað fór at eydnast hjá B36 at halda uppá vandamikla álopsparið John Petersen og Jákup á Borg. Teir hava báðir verið uttanlands og royndarvant, men einki úrslit er komið burturúr teimum venjingunum og tískil eru báðir í Føroyum enn.

Og teir verða báðir verandi í B36, tað váttar Kristian á Neystabø.

? Tað eydnaðist teimum ikki at sleppa uttanlands, og tí hava báðir avgjørt at verða við B36 hetta kappingarárið eisini.

Men ert tú vísur í, at tit kunnu halda teimum heima alt árið?

? Nei, tað tori eg einki at siga um. Tað er nú einaferð so, at tilboð koma um royndarvenjingar við jøvnum millumbilum, og tí kann hugsast at onkur teirra ella teir báðir fara avstað, sum eitt gott tilboð kemur hendavegin.

? Men í fyrsta umfarið verða teir báðir við B36.

So tað er við góðum vónum, at B36 er farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

Men hvør er so málsetningurin fyri hetta kappingarárið?

? Hann er, at vit skulu gerast millum tey fremstu liðini í fyrstu deild, sigur formaðurin Kristian á Neystabø at enda við Sosialin.