SJÓNVARP
Í komandi mánað byrjar Televarpið at senda fylgisveinarásir í Føroyum. Sum nevnt fyrr í vikuni sendir ein av rásunum, Canal+, pornografisksar filmar. Sum er síggja túsundavís av føroyingum hesar filmar, um teir ynskja tað. Tað er eisini ein góður møguleiki fyri, at enn fleiri fáa atgongd til hetta slagið av undirhaldi við Televarpinum.
Sum kundi hjá Televarpinum skalt tú vera 18 ár. Tað eru sostatt vaksin fólk, sum keypa, og líkt er eisini til, at tað verður teirra egna ábyrgd, hvat tey og teirra børn ella onnur síggja.
Varafútin greiddi í týsdags Sosialinum frá, at tað er sera ivasamt, um tað er løgfrøðilig orsøk til at forbjóða hesum sum støðan er nú. Orsøkin er tann, at tilfarið verður sent uttan út heimi, og tað er eitt føroyskt felag, sum løgfrøðiliga sendir tilfarið. Í síðsta enda verður hetta ein dóms- og tulkingarspurningur.
Í øllum førum liggur ábyrgdin sum nú hjá tí einstaka kundanum.
Peter From frá Canal Digital, sum bjóðar Canal+ og harvið pornografiskt tilfar til føroyingar, sigur, at fólk sum er kunnu lata vera við at hyggja at pornofilmunum við at forða fyri hesum við teirra móttakarum, sum hava eina sokallaða foreldraverju innbygda.
Sum er eru eingir aðrir møguleikar at forða fólki at hyggja at tí heldur nakna undirhaldinum. Filmarnir verða sendar á trimum ymsum rásum, og hetta ger tað eisini ógvuliga trupult at sløkkja og tendra fyri teimum.
Norra
Í Føroyum fáa kundar hjá Canal Digital donsk kort, og hesi hava onga sperru móti pornografiskum tilfari.
Tað hava kortini í Norra. Í Norra eru strangar lógir móti porno, og hjá norsku kundunm hjá Canal Digital ber ikki at síggja pornografiskar filmar í heilum líki.
Peter From sigur annars, at teir hálvavegna høvdu roknað við kapping, og teir ætla so at halda fram á føroyska marknaðinum, uttan at gera tær stóru broytingarnar. Canal Digital koyrir í løtuni eina herferð í Føroyum, og greitt er, at teir eiga ein stóran kundaskara í Føroyum.