Sjálvur havi eg ongantíð hoyrt henda tónleikabólkin áður, men eftir at hava hoyrt fløguna, sum her verður umrødd, má sigast, at hetta slettis ikki er so galið.
Rockur
Stílurin er rock kendur, til tíðir sera gjøgnumførdur, og garagu-ljóðið hoyrist langan veg, tá spælt verður. Sjálvsagt hava teir nýtt nógva tíð í ljóðstovuni, áðrenn fløgan er prentað, men hinvegin hava teir megnað at varðveitt ráa ljóðið, sum er so ótrúliga týdningarmikið í rock tónleiki. Ikki hetta her fínpussaða sterila studioljóðið, har alt óljóð er skorið burtur við kirurgiskum neyvleika.
Nei, rødd trummur og guitari koyra øll við einum ráum ljóðið, sum eftir mínum tykki bara gerst betur og betur, meira tú lurtar eftir tí.
Sangarin í bólkinum, Edward Kowalczyk, hevur eina heilt serstaka rødd, sum hóast hon er hás, megnar at seta seg væl ígjøgnum ljóðførini. Skal hon samanberast við nakran annan, havi eg bestan hug at siga at hon líkist James Hetchfield fyri hálvari megi. Hann megnar tó ikki at hava heilt tað somu megi sum Hetchfield, men minni kann so sanniliga eisini gera tað.
Kunnu liva leingi
Eftir mínum tykki er hetta í hvussu so er ein bólkur, sum vit koma at hoyra nógv til í framtíðini, treytað av at teir ikki fara rennandi hvør til sítt, sum tað so ofta hendir við tónleikabólkum, sum koma brúsandi undan kavi.
Vónandi verður hetta ikki søgan við Live, tí teir hava í hvussu so er potentialið til at gerast heilt stórir.
Tónleikur teirra er trúgvur mótvegis stíli teirra, uttan at hetta á nakran hátt merkir, at løgini gerast ov einstáttað. Tískil kann ikki roknast við, at talan her verður um eina døgnflugu, men heldur um eitt ungt orkestur við stórum møguleikum fyri framtíðina.