Talan var um nýggjan aktør á fjølmiðlamarknaðinum, tá Knassar í fjør summar keypti portal.fo frá Føroya Tele fyri 5,5 mió kr.
Tað hevur tó ikki gingið heilt so væl fíggjarliga, sum leiðslan hevði ætlað, og í vetur hevði felagið akuttar gjaldføristrupulleikar. Tað var loyst við at tekna nýggjan partapening til yvirkurs, men eftir aðalfund felagsins í gjár stendur greitt, at nýggi partapeningurin er at kalla mistur.
Sambært portal.fo, so gjørdist úrslitið hjá Knassum fyri seinasta roknskaparár eitt hall á 713.000 krónur. Roknskaparárið fyri hetta vísti eginpeningurin eitt minus á 708 tkr. Nýteknanin av partapeningin í fjør økti eginpeningin við 1,67 mió, men hallið ber við sær, at eginognin nú er ikki er stórt meira enn 200 tkr.
Niklái Nysted, stjóri í Knassum, sigur við portal.fo, at raksturin nú er í tryggari legu, og at talan væntandi verður um yvirskot í inniverandi roknskaparári.